Fjølbroytt familjumøti
Sonja I. Jacobsen, 30.10.2017

Møtið sunnudagin tann 29. oktober varð skipað sum familjumøti, har millum annað varð tikið ímóti sonevndu ”skógvaeskjunum”, sum eru jólapakkar til átakið Christmas Child. Drama, tala, vitnigburðar og annað var á skránni á møtinum.

 

Møtið byrjaði við, at ein filmur um Christmas Child varð vístur á stórskýggjanum, meðan fólk gingu inn í salin. Alice Frederiksberg leiddi møtið, og hon legði fyri við at siga nøkur orð um skógvaeskjurnar, og síðani vórðu nakrir barnasangir sungnir.

 

Drama

Eitt dramastykki varð síðani spælt um ein mann, sum kom til himmals. Har møtti hann Pæturi apostli. Maðurin greiddi honum frá øllum tí, sum hann hevði fingið burturúr lívinum, men alt, sum hann helt hava havt týdning – serliga materiel virði - helt Pætur ikki vera so spennandi.

 

Tíðin varð síðani spolað aftur, og ein onnur útgáva varð víst av sama manni, sum kom til himmals. Hann hevði ikki materiel virði at vísa á, men hann møtti fleiri fólkum, sum kundu siga honum, hvønn týdning tað hevði havt fyri tey, at hann hevði hjálpt teimum, uttan at hann sjálvur hevði hugsað so nógv um tað.

 

Vitnisburðar

Fleiri høvdu vitnisburð á møtinum – harímillum nøkur blað ung, og fleiri høvdu ongantíð áður vitnað á einum møti. Tey, sum høvdu vitnisburð, vóru:

 

Andre Danielsen, av Strondum

Jákup Pauli Frederiksberg, av Skála

Ari Langgaard, úr Saltangará

Aron Høj, úr Saltangará

Tórfríð Danielsen, av Strondum

og Birgit Frederiksberg, av Skála

 

Vakurleiki.fo

Dina Jensdóttir Bech, sum mong kenna frá heimasíðuni vakurleiki.fo, hevði eina áhugaverda talu. Hon greiddi sera væl frá við myndum á stórskýggja, hvussu Gud tók syndina og legði hana á Jesus, fyri at vit kunnu fáa fyrigeving. Hon vísti eisini, hvussu vit kunnu geva gávur til onnur, og at vit tá geva til Jesus.

 

Umframt hetta var eisni lovsangur, og møtið endaði við felagssanginum ”Besta bók av bókum her”.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar