Halt fast í dreyminum og lít á Gud
Sonja I. Jacobsen, 24.10.2017

Eg var á eini gentulegu herfyri og leiddi lovsang, har Hjørdis H. Petersen hevði eina góða talu um dreymar, og um at nógvir dreymar koma frá Gudi.

 

Tað fekk meg at hugsa um, hvat mundu mínir dreymar vera, tá eg var barn/ung? Eru hesir dreymar blivnir til veruleika?

 

Eg hevði ongantíð nakrar dreymar um, hvat eg skuldi læra til, ella hvar eg skuldi arbeiða. Eg droymdi um at blíva lovsangsleiðari, at spæla guitara, at giftast og verða heimagangandi kona og mamma.

 

Longu sum 10-12 ára gomul byrjaði eg at droyma um at leiða lovsang og at spæla guitara. Eg dugdi ikki at spæla guitara tá, og eg helt ikki, at eg dugdi at syngja. So tann dreymurin sá eitt sindur ómøguligur út fyri meg.

 

Tá eg var 13 ár, byrjaði eg spakuliga at læra meg sjálva at spæla guitara. Rasmus Frederiksberg tók meg so við til lovsangsvenjing, og sum 14 ára gomul spældi eg fyri fyrstu ferð á einum møti. Sama ár fekk eg mín fyrsta guitara frá mammu og babba.


Eg droymdi um at syngja, men tað tordi eg ikki. So tað gingu 4-5 ár, áðrenn eg sang fyri fyrstu ferð. Eg skuldi spæla guitara hjá einari ungari damu, og hon fekk meg at syngja ein sang. Eftir tað sang eg við, hvørja ferð eg spældi guitar til møtir. Tað gingu 2-3 ár aftrat, áðrenn eg bleiv spurd, um eg hevði hug at leiða lovsang.
Hesin dreymurin tók næstan 12 ár at blíva til veruleika. Tá eg hyggi aftur, síggi eg, hvussu Gud hevur verið við allan vegin, og hvussu Hann hevur brúkt ymisk fólk til at uppmuntra og hjálpa mær at fáa dreymin at blíva til veruleika.

 

Eg hevði eisini aðrar dreymar. Dreymurin um at fáa ein mann og børn - at verða heimagangandi mamma og kona.
Eg ynskti altíð, at eg skuldi giftast, tá eg var 18-20 ár, men har hevði Gud eina aðra ætlan. Eg var 26, tá eg fekk mín mann, og eg ivist onga løtu í, at hann er ein Gudgivin gáva, sum kom í júst tí røttu løtuni.

 

So er tað dreymurin um at fáa børn. Áðrenn eg giftist, var tann dreymurin ikki realistiskur, tí eg hevði ongan mann. Tá eg so giftist, bleiv dreymurin knappliga púra realistiskur.


Árini ganga og einki hendir. Einki barn kemur. Spurningar hópa seg upp. Jesus, hví hevur Tú givið mær hendan dreymin? Hví gert Tú onki við tað? Hví kemur Tú ikki við grøðing? Hví fixar Tú ikki hetta her? Hvørjum bíðar Tú eftir? Hví skal hetta taka so langa tíð? Sorgin og frustatiónin um barnloysi hevur hug at kvala dreymin, at kvala vónina um, at hjá Gudi er einki ómøguligt. Tárini gera, at eg ikki síggi Gud. MEN eg veit, at Hann er har, og eg veit, at Hann hevur eina ætlan.

 

Allir mínir dreymar hava tikið longri tíð at blíva til veruleika, enn eg ætlaði. Men teir eru blivnir til veruleika í júst tí røttu løtuni - tá Gud vildi. Eg veit ikki, hví vit ikki hava fingið børn enn, men eg veit, at Gud altíð hevur eina ætlan, og at Hann ongantíð sleppur mær og ongantíð fer frá mær. Mín uppgáva er at biðja, takka og geva alt í Guds hendur og líta á, at Hann skal gera tað!

 

Sálm. 37:3
Lít á HARRAN og ger tað, ið gott er, verð verandi í landinum og legg teg eftir trúskapi!


Sálm. 37:4 - 5
Og gleð teg í HARRANUM - so gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir!

Gev HARRANUM veg tín í hond, lít á Hann! Hann skal gera tað!

 

Skrivað hevur Kirstin Olsen

Sí fleiri greinar