Veking
Sonja I. Jacobsen, 23.10.2017

Orsøkin til, at vit ikki hava veking, er, at vit eru nøgd at liva uttan veking.

 

Millum annað hesa endurgevingina av Leonard Ravenhill, brúkti Rúni at lýsa stóra týdningin á veking og at liva í henni. Talan snúði seg um, hvat veking er, og hvørja ávirkan andalig veking hevur á einstaklingin, familjuna og samfelagið sum heild. Nøkur boð uppá, hvat veking er, eru m.a.:

 

Veking er endurnýggjað sannføring um synd og umvending, sum hevur við sær inniligan longsul at liva í lýdni fyri Gudi. Tað er at geva upp sín egna vilja til Gud í djúpum eyðmjúkleika. (Charles G. Finney úr Experiencing Revival)

 

Veking er at síggja Gud, sum Hann er. Veking er at síggja, hvørji vit eru uttan Gud. Veking er at síggja, hvørji vit eru í Honum. (Rúni Rasmussen)

 

Veking vekur í hjørtum okkara eina størri tilvitan um nærveru Guds, ein nýggjan kærleika til Gud, eitt nýtt hatur ímóti synd og ein hungur eftir Hansara Orði. (Del Fehsenfeld Jr.)

 

Í samband við tað hevði Rúni boð uppá, hvat tað er, sum liggur til grund fyri vekingini, og so eisini hvørjar forðingar eru fyri henni. Hann hevði eisini eitt sera áhugavert søguligt yvirlit yvir andaliga veking heilt frá bíbilskari tíð og upp í okkara egnu tíð.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Erland Tvørfoss

Sí fleiri greinar