Missión
Jonna Heinesen, 09.10.2017

Sunnumorgunin 8 oktober tosaði Búgvi Olsen um missión.

Innleiðandi greiddi hann frá at í veruleikanum er øll Bíblian ein stór missiónsbók.

Jesus fyrireikaði sínar lærusveinar til at fara út í missión, aftaná at Hann hevði gjørt tað sum bert Hann kundi gera og í Ápostlasøguna síggja vit hvussu gleðiboðskapurin breiðir seg.

Búgvi greiddi frá um David Livingstone (1813-1873), sum er ein av stóru trúbðarunum sum hava gingið undan okkum tá tað kemur til missón. David Livingstone var skoti, og bleiv radikalt umvendur sum 17 ára gamal. Hann fekk neyð fyri at fara út við evangeliinum og serliga til Afrika. Hann legði lunnar undir nógvum av tí missiónsvirksemi í Afrika eftir tað. Hansara motto vara: “Gud hevði bert ein son og hann var trúboðari.” Hann doyði í Zimbabwe. Likamið hjá honum bleiv jarðað í Westminster Abbey, meðan hjarta lág eftir í Afrika. Hann hevði passión fyri missión.

 

1. Missión er at fara út um allan heim.
Í Matteus 28:18-20 og Áp 1:8 lesa vit um stóra missiónsboði og um hvussu vit gjøgnum Heilaga Andan hava fingið kraft at vera vitni og fara út.

Búgvi segði frá eini stuttari søgu um ein kamelunga og kamel mammuna hjá honum:

 

Kamelungin spyr mammuna: “Hví hava vit so stórar kleyvar?”

Kamelmamman: Tað er tí tað skal vera lætt og gott hjá okkum at koma fram tá vit ganga í sandinum í oyðimørkini.

Kamelungin: Hví hava vit so stórar eygnavippur?

Kamelmamman: Tað er tí at tá vit ganga í oyðimørkini og tað er sandstormur, so verja eygnavippurnar so sandur ikki kemur í eyguni.

Kamelungin: Hví hava vit tvey fjøll uppi á rygginum?

Kamelmannan: Tey eru reservalagur við vatni, so vit ikki skulu doyggja í tosta tá vit ganga langar túrar í oyðimørkini.

Kamelungin: Men mamma, hví standa vit í einum djóragarði?

 

Kamelurin var plaseraður í nøkrum heilt øðrum umstøðum enn tær hann var skaptur til.

Soleiðis kann tað vera hjá okkum. Harrin hevur útrusta okkum, hann hevur givið okkum Heilaga andan.
Hví hava vit fingið hetta, hvat skulu vit brúka tað til? Tað er millum annað til tá vit fara út í missión.

 

2. Missión verður fødd gjøgnum samkomuna

Búgvi vísti á hvussu umráðandi tað er at missión verður fødd fram gjøgnum samkomna.

Í Áp 13:1-3 kunnu vit lesas um hvussu Heilagi Andin kallaði Barnabas og Saul (Paulus) at fara i missión og tað hendi mitt í gudstænastuni meðan øll samkoman var til staðar Øll hoyrdu tað sama, men øll skuldu ikki avstað. Bert Paulus og Barnabas. Samkoman skuldi síggja at teir høvdu tørv á at samkoman stóð aftanfyri teir, og stuðlaði teir.

 

Í Róm 10:13-17 síggja vit eisini at tað eru summi skulu senda og onnur skulu fara.

 

M. David Sills sigur:

“Ein og hvør trúgvandi eigur at biða fyri tjóðunum og stuðla missiónsarbeiði.

Men ikki ein og hvør trúgvandi er kallaður at fara úr sínum heimlandi. Nøkur hjálpa við at senda út og stuðla, onnur fara og siga frá.”

 

Tað er umráandi ikki at vera sologangari í missiónsarbeiði. Vit hava brúk fyri hvørjum ørðum.

 

3. Missión er aftursvar uppá Guds kall

Tá Gud kallar okkum at liva liva eitt missiónslív, so gevur Hann eisini longsulin við kallinum. Summi kall eru sera ítøkilig meðan onnur eru meiri almenn og breið, einki kall er líka.

Búgvi vísti á at óansæð hvussu okkara kall sær út, so er okkara uppgáva at gera lærisveinar sum kunnu læra onnur.

 

”Gev einum manni ein fisk, og hann verður mettur fyri ein dag. Lær hann at fiska, og hann verður mettur fyri lívið.” – Hetta er okkara uppgáva!

 

Møti endanum fortaldi Búgvi um eina aðra missións hetju í æt William Carey (1761-1834), ið ber heiti at vera “faðir at nútíðar missión.” Hansara motto var: ”Fyri at kenna Guds vilja, so hava vit brúk fyri einari opnari Bíbliu og einum upnum heimskorti.” Hann var føddur og uppvaksin í Bretlandi, men gav sítt lív til missión í Indien. Í stuttum kann ein siga at hann: - Stovnaði fleiri hundrað skúlar til túsundavís av børnum; Stovnaði fyrsta universitetið í Indien; Umsetti og prentaði Bíbliuna til 6 ymisk mál; Umsetti partar av Bíbliuni til 29 ymisk mál.

 

Búgvi endaði møti við at lesa Opinberingina 5:9 Tey sungu nýggjan song og søgdu: "Verdur ert Tú at taka bókrulluna og lata upp innsigli hennara, tí Tú vart dripin og keypti við blóði Tínum Gudi menniskju av øllum ættum, tungumálum, fólkum og fólkasløgum...

 

Pauli Høj leiddi møti og í endanum av møtinum var innsavnan til missiónsarbeiði hjá Kelduni.

 

Møtið kann síggjast HER

 

Skrivað hevur Djóni á Boðanesi

Sí fleiri greinar