Tú hevur fingið vald yvir djevlinum
Sonja I. Jacobsen, 25.09.2017

”Um vit eru likam Jesusar, so eru vit eisini føtur hansara, sum alt er lagt undir.” Tað segði Ólavur Jacobsen á møtinum í Kelduni sunnudagin 24. september. Hann vísti á fyrsta kapittul í Efesus-brævinum, har tað stendur, at Jesus varð reistur upp frá deyðum og varð settur høgt yvir alt vald. Vers 22 sigur, at samkoman fekk Kristus sum høvdið yvir øllum.

 

Ólavur vísti til tað, sum stendur í 1. Pætursbrævi 5, 8-9:

Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt. Standið honum ímóti, føst í trúnni! Tit vita jú, at hesar somu líðingar eru lagdar á brøður tykkara í heiminum.

 

Hann vísti eisini til Jákupsbræv 4, 7:

Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!

 

Eiga at finna javnvágina

”Tú hevur í Kristusi fingið ein myndugleika til at standa ímóti djevlinum,” segði Ólavur.

 

Hann minti á, at Bíblian sigur, at vit skulu ikki geva djevlinum nakað rúm, og tá Bíblian sigur tað, so merkir tað, at tað ber til at geva honum rúm. Tí mugu vit vakja, tí hann leitar eftir tí, sum hann kann gloypa.

 

Men eisini her skal ein javnvág vera í:

 

”Vit skulu heldur ikki síggja djevulin í øllum. Tað at alt ikki gongur eftir vild, nýtist ikki at vera djevulsins verk. Tað kunnu eisini vera natúrligar orsøkir til, at alt ikki gongur, sum tað skal,” segði hann. ”Men djevulin kann órógva okkara tankar o.s.fr.”

 

Freisting og synd er ikki tað sama

”Hvat er at standa ímóti djevlinum?” spurdi Ólavur.

 

”Tað er at standa ímóti øllum, sum kemur frá honum. Onkuntíð kunnu vit vera sløv og ikki leggja merki til, at ymiskt, sum vit stríðast við, er frá honum. Hann kann til dømis skjóta tankar inn í okkum. Tað kann vera ein synd, men tað kunnu eisini vera negativir tankar, sum trýsta okkum niður, ella tankar, sum geva eina ringa mynd av øðrum persónum,” segði hann.

 

Ólavur segði, at nógv fólk hava ringa samvitsku av at vera freistaði, men tað at verða freistaður at synda er ikki tað sama sum at vera fallin.

 

”Tú kanst standa ímóti tí syndiga tankanum,” segði hann.

 

Myndugleiki

Ein politistur, sum situr í einum politibili og er í politibúna, hevur ein autoritet. Tað sama hevur ein  fótbóltsdómari. Hann kann vera veikari enn spælarin, sum fær tað reyða kortið, men tað nyttar ikki hjá spælaranum at mótmæla, tí hin hevur autoritetin.

 

”Tú hevur fingið autoritet yvir djevlinum, og tað veit hann. So leingi sum tú heldur fast við at standa honum ímóti, so má hann fara,” segði Ólavur.

 

Djevulin royndi at freista Jesus í oyðimørkini, og hann brúkti eina skeiklaða útlegging av orðinum, men Jesus svaraði aftur við Guds orði.

 

”Jesus hevur vunnið á djevlinum, so tað er ikki neyðugt hjá tær at sigra á honum. Tú skalt bara standa í sigrinum, sum Jesus vann á Golgata,” segði Ólavur.

 

Skulu sjálvi taka myndugleikan

Í Jákupsbrævi stendur ikki, at vit skulu biðja Gud um at standa djevlinum ímóti, men har stendur at vit skulu standa honum ímóti.

 

”Tú hevur fingið vald til at gera tað,” segði Ólavur.

 

”Vit tosa ikki um at tosa við djevulin ella biðja til hansara, men vit tosa um at geva honum ein ordra til at víkja,” segði hann.

 

Ólavur segði, at tað eru tvær grøvir at detta í hesum viðvíkjandi, og hann nevndi eitt dømi:

 

”Tá tú fært eina óvæntaða rokning, og tú spyrt, hvussu kann eg klára at rinda hetta, so er tað ikki djevulin, sum hevur sent rokningina, men hann kann brúka rokningina til at seta ringar tankar í gongd, og tað kann føra til kjak í heiminum o.s.fr.”

 

”Tú kanst reka hesar ringu tankarnar burtur við Guds orði – men rokningin er ikki burtur, og hon skal framvegis gjaldast,” segði hann.

 

Tá vit hava trupulleikar, kunnu vit biðja saman við øðrum, men Ólavur mælti til, at vit eisini í tí dagliga hugsa um hetta, og at vit lata Guds orð leiða okkum.

 

Annað, sum var á møtinum

Pauli Høj leiddi møtið, og Kristina N. Hansen leiddi lovsangin.

 

Sambært skránni skuldi Búgvi Olsen tala á møtinum, men av tí at omma hansara, Emly Vestergaard doyði hóskvøldið, varð skráin broytt. Pauli segði í byrjanini á møtinum nøkur orð um Emly, og biðið varð fyri familjuni.

 

Breyðbróting var eisini áðrenn taluna (aftaná lovsangin). Pauli stóð fyri tí partinum. Hann minti á, at breyðbrótingin er ein sigurslýsing, sum altíð er nýggj.

 

Umleið 150 fólk vóru á møti.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjst HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar