Vit hava øll fingið persónliga atgongd til Faðirin
Sonja I. Jacobsen, 03.09.2017

Ef.2,13,18-19

"Men nú eru í Kristi Jesusi tit, sum áður vóru langt burtur, komin nær við blóði Kristusar. Tí við Honum hava vit - báðir partar - í einum Anda atgongd til Faðirin. Tit eru tí ikki longur fremmand og útlendingar; nei, tit eru samborgarar hinna heilagra og húsfólk Guds"
 
Á morgunmøtinum 3. spetembur, greiddi Ólavur Jacobsen frá, at í borgarakrígnum í Amerika bað ein hermaður um at sleppa at tosa við forsetan, men forsetin var upptikin, fekk hann at vita. Hann greiðir frá síni støðu fyri einum drongi, sum gekk uttanfyri. Drongurin leiðir hann gjøgnum einar bakdyr til Hvítu húsini, líka til skrivstovuna hjá sjálvum forsetanum, og drongurin bankar ikki eingongd uppá. Teir fara beint inn. Forsetin sigur: "Hvat vilt tú her Todd?" Todd var elsti sonur Abraham Lincoln. Drongurin sigur, at hesin hermaðurin hevur tørv á at fortelja tær sína søgu. Hermaðurin fekk høvi at greiða frá síni støðu.

 

Todd hevði ótarnaða atgongd til forsetan. Hví? Tí hann var sonur hansara. Bíblian sigur, at vit, sum hava tikið ímóti Jesusi sum frelsara, eru børn Guds. Tú kanst koma til Faðirin nær sum helst, við øllum, sum tú stríðist við. Tú møtir ikki einari stongdari hurð. Eingin vaktari forðar tær at koma inn. HANN kennir teg við navni. Vit eru øll VIP fyri Gudi. Tú kanst fara beinleiðis inn til Hansara trónu til eina hvørja tíð.

 

Hebr. 4:16

“Latið okkum tí við dirvi stíga fram fyri hásæti náðinnar, so vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálp á rættari tíð!”

 

Gud vil, at tá vit hava syndað, skulu vit koma til Hansara, tí har fáa vit hjálp. Hann vil reinsa okkum, hann vil reisa okkum upp aftur.

Renn til Hansara. Tí tú vilt finna náði til hjálp á rættari tíð. Til eina og hvørja tíð.

 

Joh.16:23-24

Tann dag fara tit einki at spyrja Meg um. Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvat tit so biðja Faðirin um, skal Hann geva tykkum í navni Mínum.
Higartil hava tit einki biðið um í navni Mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin!
 

Lyftið, tá tað kemur til bøn

Jesus stillar seg sum garant fyri títt bønarsvar. Bønarsvarið liggur í navni Jesusar. Hetta er givið til hvønn einstakan av okkum, sum eru børn Guds. Gud ynskir at fortelja tær, hvørji lyftir Hann hevur givið tær. Liv eftir hesum lyftum.

 

Mat. 21, 22:

“Og alt, sum tit biðja um við trúgv í bøn tykkara, skulu tit fáa.”
 

Tú kanst ikki við trúgv biðja um...at blíva ríkasti persónurin í verðini. Gud hevur ikki givið tær lyfti um tað. Tí kanst tú ikki biðja um tað í trúgv. Tá tú veist, at Gud hevur givið tær um lyfti um nakað, tá kanst tú í trúgv biðja um tað.

Vit hava lyfti um grøðing. Vit kunnu biðja um, at tú verður grødd/ur.

Vit hava lyfti um vernd. Sálmur 91. Vit kunnu biðja um vernd.

Hví? Tí tú ert ein barn hjá Honum.

 

Fyri at venda aftur til Ef. 2, 13.

"Men nú eru í Kristi Jesusi tit, sum áður vóru langt burtur, komin nær við blóði Kristusar."
 

Jesus doyði fyri at leiða okkum inn í eitt persónligt forhold við Gud.

Bíblian sigur, vit vóru langt burtur.

Eitt par kann liva langt burturi frá hvørjum øðrum, tó at tey búgva undir sama taki. Hjørtu teirra kann vera langt burtur frá hvørjum øðrum.

Menniskju kunnu vera langt burtur frá Gudi, sjálvt tá tey sita á møti og syngja andaligar sangir. Hjarta teirra kann vera langt burtur frá Gudi.

Gud bjóðar tær at koma nær til Hann. At móttaka Hann sum frelsara.

Hann vil frelsa teg og fyrigeva tær og geva tær ævigt lív.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Djóni á Boðanesi

Sí fleiri greinar