Frelsudagurin er nú
Sonja I. Jacobsen, 24.08.2017

”Hvørji støðu eri eg í? Vil eg halda áfram, ella steðgi eg upp?” Tann spurningin setti Pauli Høj á møtinum sunnumorgunin tann 20. august.

 

”Vit kenna fleiri, sum einaferð vóru við, men sum ikki eru har longur. Tað er ein orsøk til tað,” segði Pauli og sló upp á Lukas 8, 5 - 8:

 

"Sáðmaður fór út at sáa sáð sítt. Í tí hann sáaði, fall nakað við vegin; tað varð traðkað niður, og fuglar himmalsins ótu tað upp.

Nakað fall í gaddajørð; táið tað vaks upp, følnaði tað, av tí at tað hevði ikki vætu.

Nakað fall mitt ímillum tornir; men tornirnir vuksu upp við og køvdu tað.

Men nakað fall í góða jørð; tað vaks upp og bar hundraðfalda grøði." Í tí Hann segði hetta, rópti Hann: "Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!"

 

4 sløg av mennsikjum

”Tað eru 4 sløg av menniskjum, sum hoyra orðið,” segði Pauli og býtti salin í 4 partar, sum umboðaðu tey 4 sløgini av jørð. Hann tók ein posa við grasfræi og stroyddi á tann fyrsta partin, sum var mynd av vegnum, har fulgarnir ótu fræið.

 

”Ein vegur ella rás sum er ígjøgnum ein bø, verður niðurtraðkað, og tí verður eingin vøkstur har,” segði hann.

 

Nakað fall í gadda jørð.

 

”Tað er steinjørð við einum tunnum lagi av mold omaná,” segði Pauli, meðan hann stroyddi fræ á tann næsta partin av salinum.

 

”Tað heldur ikki uppá vætu, og vøksturin følnar skjótt,” segði hann.

 

Um tornirnar segði Pauli, at tær eru sum illgras. Tað má lúkast, tí annars køvir tað vøksturin. Tað tekur alla kraftina.

 

”Men nakað fall í góða jørð, og tað vaks upp og gav 30 faldaða, 60 faldaða og 100 faldaða grøði – Tað var ymiskt,” segði hann.

 

Kraftin má á rætt stað

Pauli vísti á, at eitt sákorn er sera lítið, men tað inniheldur alt tað, sum skal til fyri at vaksa.

 

”Men spurningurin er, hvar fer tað? Tað má í eina jørð, har tað sleppur at spíra,” segði hann.

 

”Ein dynamitstong kann spreingja ein stein, men um eg leggi dynamitstongina við síðuna av steininum og speingi, so spreingist steinurin ikki. Eitt hol má borast í steinin, og dynamittið má niður í holið, um tað skal gera sín virkning,” segði Pauli, og samanbar orðið og Guds anda við dynamit. ”Tað má niður í hjartadýpið, um tað skal hava ávirkan,” segði hann.

 

Vit kunnu broytast

Vit siga ofta at ”eg eri bara soleiðis”, men vit kunnu øll broytast.

 

”Jesus segði ikki hetta líknilsið fyri at siga við okkum, at soleiðis ert tú bara. Nei, hann segði hetta, fyri at vit skuldu vita, at vit kunnu verða tann góða jørðin,” segði Pauli.

 

”Tað, sum ger, at tú blívur tann góða jørðin, er, at tú tekur ímóti tí,” segði hann. ”Vit kunnu øll koma aftur til Jesus og verða endurreist.”

 

Pauli vísti á orðið í 2. kor. 6, 2:

Hann sigur jú: "Á teirri tíð, sum Mær toknaðist, bønhoyrdi Eg teg, og frelsudagin kom Eg tær til hjálpar." - Ja, nú er lagalig tíð, nú er frelsudagurin!

 

”Nú er lagaliga løtan. Nú er ferlsudagurin - eisini til útfrían. Um tú hevur givið eftir, so kanst tú venda aftur nú,” segði Pauli. Og hann helt fram:

 

”Vit kunnu biðja, og tað broytir ting. Vit skulu síggja, at fólk reisast av nýggjum – at sáðið sleppur longur inn. Ikki geva upp, um onkur dragnar. Frelsudagurin er nú.”

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar