Ungdómar greiða frá
Sonja I. Jacobsen, 09.08.2017

Á møtinum sunnumorgunin vóra tað ung frá Awake, sum høvdu møtið. Tað er summerferiutíð, og nógv av teimum ungu hava verið missiónstúrar ella á legum í summar.

 

Nógv fólk vóru á møtinum, bæði útisetar, vitjandi og fólk, sum vanliga ganga í Kelduna.

 

Benjamin Tvørfoss var tann fyrsti at hava vitnisburð. Hann tosaði um, at hann hevði verið í Albania á missiónstúri í summar. Her hevði hann fleiri forteljingar um, at tey hjálptu fólkum við ymiskum serstøkum lívssøgum, har Jesus hevði møtt hesum fólkum. Benjamin hevur eisini verið á Teenstreet, og her kom hann inn á evnir, sum vóru frammi á leguni, m.a. røturnar og at standa rimmar føst í trúnni.

 

Súsanna Olsen úr Lamba var tann næsta, sum hevði vitnisburð. Hon tosaði um okkara samleika í Gudi. Tað er tað, vit skulu liva eftir. Hon tosaði út frá Róm. 8,15, at vit hava sonarrættindi í Gudi, at Gud býr í okkum. Tá vit síggja týdninginin av hesum, so ger tað stóran mun, og tað er hettar, vit skulu liva eftir. 

 

Fróði Johannesen av Toftum var tann triðji av hesum ungu at hava vitnisburð. Hann tosaði um, at hann hevði verið leiðari á Teenstreet í summar saman við vinmanninnum Ari. Fróði tosaði um einleikan í Jesusi, og at tað er gott í væntu í framtíðini, tí at tað vóru ung frá 25 tjóðum, sum samlaðust fyri at tilbiðja og tæna Jesusi. Hann kom eisini inn á evnið um at standa rimmar føst í trúnni.

 

Tann síðsti at hava vitsnisburð var Ari Langgaard úr Saltangará. Hann tosaði eisini um Teenstreet, og hvørjar upplivingar hann hevði sum leiðari á leguni. Ari geiddi eisini frá eina mynd, hann hevði fingið, um eina sloyfu og tað tilfarið, sum sloyfan var gjørd úr. Aftanfyri sloyfuna var gávan - andlig myndatala.

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar