Gleðin í Harranum
Sonja I. Jacobsen, 01.08.2017

tí at gleðin í Harranum er styrki tykkara! Neh. 8, 10

 

Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! Fil. 4, 4

 

Hvat er hetta fyri ein gleði, sum bíblian tosar um? Hyggja vit inn í okkum sjálv, so føla vit ikki altíð gleði, men hetta er ein boðsháttur.

Paulus sigur her, at vit eiga at velja at gleða okkum í Harranum, og tá vit gera hetta valið, so fyllist okkara hjarta við gleði um alt tað, sum Jesus hevur gjørt fyri okkum, og tað, sum Hann sigur um okkum, at vit eru í Honum.

 

Vit siga ofta, at Gud er góður, og tað er Hann. Í Matt 7, 11 lesa vit:

Um tá tit, ið ónd eru, vita at geva børnum tykkara góðar gávur, hvør mikið meira skal tá faðir tykkara, sum er í himlunum, geva teimum góðar gávur, ið biðja hann!

 

Gud er eisini rættvísur, Hann hevur givið menniskjanum ein frían vilja.

Vit lesa um faðirin, sum átti tveir synir - annar valdi at fáa arvin frá faðir sínum og fór út í heimin og oyddi burtur alla ognina í einum óryggiligum levnaði. Tá hann hevði forkomið øllum, tá átti hann ikki mat í munnin og sat hjá svínunum og royndi at metta seg við tí dravi, sum svínini ótu, ongin gav honum nakað.

Tá gekk hann í seg sjálvan og ynskti seg heima aftur hjá faðirinum og byrjaði at ganga tann langa vegin heim aftur, og helst man hann hava hugsað: ”Fer pápi mín at taka ímóti mær aftur!”

 

Men so stendur, at meðan hann var langt burtur, tá sá faðir hansara hann og tókti hjartaliga synd í honum og fór rennandi ímóti honum, hálsfevndi og kysti hann, men sonurin kendi seg so óverdugan og segði við pápan: “eg eri ikki longur verdur at eita sonur tín, kann eg bara sleppa at vera ein av tínum bønarmonnum?” Men hvat ger faðirin - hann gevur boð um at drepa gøðingarkálvin, setur ring á fingurin hjá honum og gevur honum nýggjar skógvar upp á føturnar, tí nú skulu vit eta og vera glað, tí hesin sonurin var deyður og er livnaður aftur, hann var farin og er fingin aftur.

 

Hetta er okkara faðir, sum elskar okkum so nógv, hann hevur eyguni eftir okkum undir øllum umstøðum og koyrir ongan frá sær – tey, sum við einum reinum hjarta koma rennandi í Hansara kærleiksfulla føvning.

 

Vit eru skapt at hoyra Honum til, men vit hava okkara fría vilja, Hann kann ikki tvinga nakran. Hann kundi heldur ikki halda soninum aftur, sum valdi at fara út í heimin at liva lívið, men tá sonurin vendi við, tá gleddist faðirin, og syndin var gloymd.

 

Synd kann ikki koma inn í Himmalin, og tí var tað, at Jesus tók alla okkara synd uppá Seg, men ein og hvør má taka ímóti hesi gávuni.

Í Róm. 10, 10 stendur: tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu.

 

Vit kunna spyrja, hvat tað er, sum fyllir mest í mínum og tínum lívi?

Vit eru øll ymisk, fødd undir ymiskum umstøðum, hava ymiskar arvaeginleikar, eru uppvaksin undir ymiskum sosialum umhvørvi.

Alt hetta ávirkar okkum sum menniskju og myndar okkum bæði á ein og annan hátt.

Eitt barn speglar sær í sínum foreldrum, í sínum systkjum, í umhvørvinum, men eitt eru vit felags um, og tað er Guds gáva til okkum menniskju, at Hann gav sín einborna son til ta falnu mannaætt, og hetta er tann gleðin, sum Paulus tosar um, tá hann sigur: “Gleði tykkum í Harranum, uppaftur sigi eg gleði tykkum”....eisini tá vit halda, at orkan er lítil, tá sigur hann í sama viðfangi: “Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan.”

 

So latið okkum øll, hvar vit enn eru í lívinum - í ungdómsárum, manndómsárum ella í ellisárum - gleðast í Harranum, ella sum Nehemia sigur tað: Gleðin í Harranum er styrki tykkara.

 

Skrivað hevur Oddvør M. Jacobsen

Sí fleiri greinar