Altjóða møti
Jonna Heinesen, 30.07.2017

Filipinskt, afrikanskt, grønlendskt, enskt .. Ja, nógv vóru tungumálini, sum vóru at hoyra á møtinum í Kelduni sunnumorgunin, har lýst var við einum altjóða møti. Bjóðað varð vælkomið á enskum og síðani umsett til føroyskt, og soleiðis gekk alt møtið fyri seg, so tey, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál, ella skilja væl føroyskt, fingu eina serliga móttøku, tá tey komu á møtið.

 

Fleiri tjóðskapir luttóku, og tað sást tíðiliga, at samarbeiðið gekk væl. Ein sangbólkur við sjey kvinnum úr ymiskum londum luttók, somuleiðis sum solosangur var bæði á grønlendskum, filipinskum, afrikanskum og enskum.

Eisini bleiv Sálm. 98:2 lisið upp á 5 ymiskum tungumálum.

 

Tveir vitnisburðar vóru eisini. John, sum er úr Rumenia, kom til Føroyar fyrstu ferð í 2014 og kendi onki til Føroyar. Hann bað Gud geva sær eina samkomu í Føroyum, og fann sær skjótt Kelduna sum sína samkomu, og hann fekk eitt sterkt møti við Gud á einum AWAKE.

Panu úr Thailandi tosaði um, hvussu torført tað kann vera at vera einsamallur kristin í familju og vinarskara, men eftir at Jesus hevði víst seg um vónin í lívium hjá honum, gjørdist hetta drívmegin.

Kristine Jarnskor talaði at enda um Gud, og hvørji vit eu í Gudi. Gud hevur skapt okkum við einum endamáli og ynskir at brúka okkum til nakað serstakt, og tí skulu vit ikki lata onnur menniskju tosa niður á tað, ið Gud hevur skapt okkum til.

 

Myndir síggjast HER

 

Møtið sæst HER

 

Skrivað hevur Jonna Heinesen

Sí fleiri greinar