Hoyr røttu røddina
Jonna Heinesen, 10.07.2017

Toymi til Albania

Eitt toymi av ungum trúgvandi úr nógvum ymsum samkomum kring landið, greiddu frá einum túri, tey fara til Albania at vitja tey kristnu har. Tey framførdu eitt sera sterkt og hugvekjandi drama yvir ein sang hjá Casting Crowns. Toymið bleiv ‘sent út’ frá samkomuni, og ein systir í Harranum, ið varð á vitjan úr Danmark, profeteraði, at toymið við hesum drama fór at gerast eitt vekingartoymi.

 

Røddir

Anja Bjerkenes hevði eitt sera gott orð um røddir. Tað eru nógvar røddir í dag. Men hvørjar skulu vit lýða. Nógvar ymsar røddir eisini, tá talan er um hjúnabandið.

Okkara hugburður kann flyta seg. Ofta tíbetur. Men Guds orð broytist aldrin, tíbetur. Tað er altíð tað sama, óansæð hvat rákið er.

 

Hebr. 4: 12 - Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.

 

Orðið megnar at skera burtur alla skeivleikar.

1. Kong. 19: 11-13 - Hann segði: "Far út og statt á fjallinum fyri ásjón HARRANS!" So gekk HARRIN framvið har, og ógvuligur, sterkur stormur kom, sum kleyv fjøll og soraði sundur klettar fyri HARRANUM - men HARRIN var ikki í storminum; eftir stormin kom jarðskjálvti - men HARRIN var ikki í jarðskjálvtanum; eftir jarðskjálvtan kom eldur - men HARRIN var ikki í eldinum. Men eftir eldin hoyrdist milt suð. Táið Elias hoyrdi tað, helt hann kappan fyri andlitið og fór út og stóð við hellismunnan. Og nú talaði rødd við hann og segði: "Hvat vilt tú her, Elias?"

 

Um man er í einari veikari løtu og ikki veit, hvørji rødd man skal lurta eftir, noyðist man at ákalla Gud.

Tað er gott at hava andaligar vegleiðarar rundan um seg. Tað er rætt. Men ábyrgdin liggur fyrst og fremst á okkara herðum.

Varðveit tann fyrsta kærleikan til Jesus. Søk fyrst Hansara ríki, so vil Hann varða okkum.

 

Dirvi at vitna

Rannvá Royðutoft hevði eitt orð um, hvussu vit kunnu fáa kraft og dirvi at vitna um Jesus.

Lukas 4:17-19 - Teir fingu Honum tá bók Esaiasar profets. Táið Hann læt sundur bókina, kom Hann niður á staðið, har skrivað stóð: "Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí, at kunngera náðiár Harrans."

 

Vit verða ámint. Vit hava fingið Jesu Kristi myndugleika.

Áp. 4:29-31 - Og nú, Harri! Hav eyga við hóttum teirra, og gev tænarum Tínum at tala orð Títt við øllum dirvi, við tað at Tú rættir út hond Tína til grøðing og letur tekin og undur henda við navni Jesusar, heilaga tænara Tíns!" Táið tey høvdu biðið, skalv staðið, har tey vóru savnað, og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum; og teir talaðu orð Guds við dirvi.

 

Áp. 9:22 Men Saul styrknaði enn meira og hann tepti Jødarnar, sum búðu í Damaskus, við tað at hann prógvaði, at hesin er Kristus.

 

Møtið kann síggjast HER

 

Myndir frá møtinum kunnu síggjast HER

 

 

Skrivað hevur Djóni á Boðanesi

Sí fleiri greinar