Endurnýggjan av sinninum
Sonja I. Jacobsen, 04.07.2017

Á møtinum í morgun 2. juli hevði Ólavur Jacobsen taluna. Hann tók støði í Efesusbrævinum 6, 10-18, sum tosar um andaligan bardaga, og hvussu vit kunna vinna hann. Vit eru støðugt í einum bardaga, og tað hevur avgerandi týdning, at vit eru før fyri at vinna hendan bardagan.

 

Serliga tosaði Ólavur um týdningin av tankunum hjá okkum. Tann óndi sendir tankar inn á okkum, sum kunna vera við til at taka sigurin frá okkum í okkara andaliga lívi. Andaherur óndskaparins, sum verður nevndur í Efesusbrævinum ger alt fyri at sápla niður frelsuverkið og sannføra okkum um, at andaligir sannleikar ikki eru so avgerandi. Harafturat roynir hann at fortelja okkum, at synd ikki er so vandamikil. Njótingin er í lagi. Orð Guds sigur, at hetta hevur avleiðingar, og at lønin, ið syndin gevur, er deyði. Vit hava fyri neyðini at siga sum Jesus, tá hann varð freistaður: Skrivað er.... Orðið skal virka sum eitt anti-virus program, sum klárar at fanga tað, sum ger okkum ilt.

 

2. Korintbræv undirbyggir eisini, at vit eru í bardaga við at siga, at “vápnini, ið vit berjast við, eru ikki av holdinum, men full av kraft fyri Gudi – til at bróta niður hervirki....” Hervirki eru fongsul, sum halda okkum búraði inni. Vit mugu hava vápn fyri at bróta niður hesi hervirki. Paulus og Silas vóru fongslaðir og gjørdu av at prísa Gudi, og hervirkið, teir vóru í, brotnaði.

 

Rómbrævið 12, 1-2 eggjar okkum til ikki at bera okkum at sum hesin heimur. Tað skal síggjast ein munur á, hvussu trúgvandi og ikki-trúgvandi uppføra seg, og tað byrjar alt í tonkunum. Vit hava fyri neyðini, sum tað stendur í versi 2, at verða umskapt í endurnýggjan sinnis okkara.

 

Ólavur endaði við at appelera til okkum um at søkja Guds orð og lata tað fylla okkum heldur enn alt annað, sum kann koma inn og órógva okkara tankar og flyta okkum frá fokus uppá Gud.

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Erland Tvørfoss

Sí fleiri greinar