Hvat er ein Jesu lærusveinur?
Sonja I. Jacobsen, 28.06.2017

Lovsangur, samvera, orðið og bøn verða enn betri í himmiríki, men tað er eitt, sum vit ongantíð fáa loyvi at gera aftur, tá vit koma til himmals. Vit fáa ongantíð møguleika aftur at boða gleðiboðskapin fyri einum fortaptum, tí eingin fortapt fólk eru í himli.

 

Á møtinum sunnumorgununin høvdu vit vitjan av einum YWAM toymi úr USA. Tey leiddu lovsang, og Mark talaði til okkara.
Mark talaði um at vera lærsusveinur hjá Jesusi. Hann nevndi, at missiónsboðið eigur at vera okkara hægsta raðfesting.


Mark tosaði um, hvat tað er at vera Jesu lærusveinur út frá Matt: 28, 16-20, har Jesus sigur, at vit skulu út at gera øll fólkasløgini til lærsuveinar Hansara.
Jesus hevur givið okkum boð um at gera lærusveinar. Hetta er ikki eitt uppskot til, hvussu man ger, men eini boð til okkara.

 

Men hvat er ein lærusveinur?
Mark talaði um 3 ting, sum ein lærsusveinur skal gera, út frá Markus: 1, ver 17: Jesus segði við teir: "Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!"

1: Fylgið mær: Vit yvirgeva okkum til Jesus, okkara lív og ætlanir. Her kom Mark við dømi út frá einum túri til Saudi Arabia, har hann møtti muslimum, sum vóru yvirgivnir til Jesus. Ein sera áhugaverd, lærurík og góð forteljing.
2: Fylg Mær, og Eg skal gera tykkum: Her broytir Jesus lærsusveinin, Hann ger okkum til okkurt nýtt. Her kom Mark við dømi um ein, sum selir stoffir, sum kom at vera teirra tolkur, sum síðani yvirgav seg til Jesus og broytti sítt lív. Ein sera sterk og lærurík forteljing.
3: So skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn: Her blíva vit partur av missiónsverkinum hjá Jesusi. Luk. 19,10. Har sigur bíblian, at Jesus kom fyri at leita upp og frelsa tann burturvilsta. Tað er tann uppgávan, sum Jesus hevði, tá Hann kom á jørðina. Í Jóh 20 sigur Hann, at eins og Faðirin sendi Hann, so sendi Eg tykkum. Her tosar Hann við okkum um, at eins og Jesus kom at leita eftir teimum fortaptu, so hevur Hann givið okkum hesa ábyrgd í dag. Her kom Mark inn á, at tað eru 3 mia. menniskju í heiminum í dag, sum ikki hava hoyrt um Jesus, og tí mugu vit út í heimin at røkka tey, tað er okkara ábyrgd sum lærusveinar.

 

Til endans tók hann saman um og bað fyri fólkinum, har hann aftur nevndi tey 3 tingini, sum ein lærusveiner er og ger: yvirgivið seg til Jesus, broyttur av Jesusi og er farin upp í missionsverkið hjá Jesusi.

 

Møtið kann síggjast HER

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar