Hvíld/summarferia
Sonja I. Jacobsen, 20.06.2017

Eitt sitat, sum er kent hjá einum innføddum ættarbólki í frumskóginum ljóðar: “Vit fara at hvíla okkum í dag, so sálin kann fáa fatur á likaminum”.


 

Tað er umráðandi, at vit ansa eftir, ikki at brenna út.

Pauli samanber okkum menniskju við eina lummalykt, sum lýsir nøkulunda, men fer at lýsa betri, um hon fær nýggj battaríir. Hvíld kann vera sum nýggj battaríir.

 

Jesus, sum var meistarin, var við lærusveinunum í báti og legði seg at sova.

Mark, 6; 30-31: Ápostlarnir savnaðust nú aftur hjá Jesusi; og teir søgdu Honum frá øllum, ið teir høvdu gjørt, og øllum, ið teir høvdu lært. 31:Tá segði Hann við teir: "Komið nú við Mær burtur til oyðið stað, har vit fáa verið einsamallir, og hvílið tykkum eitt sindur!" Tí har vóru so mong, ið komu og fóru, at teir fingu ikki so mikið sum stundir at eta.

 

Jesus bað teir “...komið nú við mær ... og hvílið tykkum”.

Orðið “hvíla” merkir at steðga á og at steðga frá arbeiðinum eina tíð, so man kann fáa styrki. Tað merkir eisini “at blíva leskaður”. Hetta sama orðið verður eisini brúkt um jørð, sum í tíðarskeiðum ikki skal sáast í, tí hon skal hava hvíld.

 

Familja hevur eisini brúk fyri at “liggja brak” í eina tíð og fáa styrki.

Mark. 6; 32 “So fóru teir avstað við bátinum til oyðið stað fyri seg sjálvar.”

 

Tá tú fert í feriu, tak so Jesus við, tí Hann kveikir teg og løðir teg upp aftur. Hav eina andakt – um hon so bara er 3-5 min, lurta eftir lovsangi, tá tú gongur á strondini, bið í Andanum. Tí Gud kann eisini gera undur mitt í feriuni.

Ansa eftir ikki at fylla so nógv av aktivitetum í feriuna, so tú ert móðari, tá ferian er liðug.

 

Matt.11; 28-30. “Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera - Eg skal geva tykkum hvílu!”. Takið ok Mítt á tykkum og lærið av Mær - tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta - so skulu tit finna sálum tykkara hvílu!  Tí ok Mítt er gagnligt, og byrði Mín er løtt." 

 

Ok Kristusar hjálpir okkum at bera byrðar. Tað er ikki eitt ok, sum trýstir okkum niður, men gevur okkum styrki. Ok Mítt er gagnligt, og byrða Mín er løtt. Í Jesusi kemur okkurt annað yvir teg, sum gevur tær fokus og lyftir teg upp.

 

Jes, 40; 28-31: Veitst tú tá ikki, hevur tú ikki hoyrt tað? - at HARRIN er ævigur Gud; jørðina hevur Hann skapt, so víð sum hon er. Hann møðist ikki, Hann verður ikki máttleysur, vit Hansara er órannsakiligt. 29: Hann gevur hinum troytta kraft og hinum máttleysa mikla styrki. 30-31: Unglingar møðast og verða máttleysir, ungir menn noyðast at lúta. Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna - og møðast ikki, tey ganga - og lúgvast ikki!

 

Tey, sum BÍÐA eftir Harranum, fáa kraft av nýggjum. Tað er umráðandi, at vit BÍÐA, so vit fáa nýggja kraft frá Harranum.

 

2. Mós. 34:21: Seks dagar skalt tú arbeiða; men sjeynda dagin skalt tú hvíla; um tað so er, táið tú várar, og táið tú heystar, so skalt tú halda hvíludagin.

 

Gud skapti ikki hvíludagin fyri seg sjálvan, tí “...Hann møðist ikki...”. Gud skapti hvíludagin fyri okkum, so vit kunnu verða styrkt.

 

Í stórum maskinaríi er altíð ein reyður knøttur, sum steðar øllum systeminum, um vandi er á ferð. Vit skulu helst minnast til at hvíla, áðrenn tann reyði knøtturin slær til sjálvur, og vit eru útbrend. Tá tekur ofta langa tíð, áðrenn man kemur fyri eg aftur.

 

Um tú brennir ljósið í báðum endum, futtar bæði fortíðin, nútíðin og framtíðin av. Tá eitt ljós brennir á báðum endum, sær tað løgið út. Tú sært tað kanska ikki sjálv/-ur, men hini síggja tað. Tá eitt ljós brennir í báðum endum, rennir orkan (stearinið) av nógv skjótari og fer til spillis.

 

Eitt grikst orðatak sigur: “You will break the bow if you keep it always bent” (Tú brýtur boðan, um tú altíð hevur hann bendan).

 

Sálm. 23; 2-3: Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum; Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum - fyri navns Síns skuld.

 

Um tú trýstir HER, sært tú eitt youtube-kipp av, hvussu umráðandi tað er at raðfesta rætt.


Raðfest fyrst: Jesus, hjúnarbandið, børnini, arbeiði .... og so er altíð tíð til ein kaffimunn við einum vini ;)

 

Annað

Pauli byrjaði við at bjóða fólki at bera fram ein vitnisburð, um onkur høvdu upplivað at blíva grødd ella sóu eina byrjandi grøðing frá seinasta sunnudegi, tá Búgvi talaði um grøðing. Fýra vitnisburðar vóru um grøðing av ryggi, hárbotni og knæi, sum í fleiri førum vóru kunnskaparorð seinasta sunnudag.

 

Tað varð eisini mint á, at tað er týdningarmikið ikki at liggja á boðunum, tá kunnskaparorð eru givin, tí kraftin fylgir við givna orðinum.

Pauli mælti til, at fólk, sum hava ein vitnisburð, tey ynskja at bera fram á møtunum, siga møtileiðaranum frá.

 

Lurta og hygg at taluni HER

 

Skrivað hevur Maria á Boðanesi

Sí fleiri greinar