Hvar fer tíðin?
Jonna Heinesen, 01.01.2015

Bárður á Lakjuni syngur í einum sangi ”Hvar fer tíðin, hvar fer tíðin, tíðin fer.” Vert at hugsa um, nú aftur eitt ár at enda komið.

Fyri meg persónliga gjørdist hetta árið, har okkara yngsta barn gjørdist 18 ár, og hini 6 hava fingið síni egnu heim. Ja, hvar fór tíðin?

Bárður syngur víðari.
”Hvat geri eg, hvat fyllir meg á mínum veg?” Tá komi eg at hugsa um tað, sum stendur í Prædikarinum 2,11 ”Men tá ið eg hugdi at øllum verkum mínum, sum hendur mínar høvdu gjørt, og at teirri møði, sum eg hevði havt av at gera tey, tá sá eg, at alt var fáfongd og eftirsókn eftir vindi…” Og tá Jesus sigur við Martu ”Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; men eitt er neyðugt…”

Hvussu nógva tíð havi eg ikki brúkt til tað, sum er óneyðugt? Vildi ynkst, at mín tráan fyrst var til at søkja Guðs ríki. Og tit, sum enn hava børn….takið til eftirtektar, áðrenn tíðin fer!
Orð. 22,6 ”Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum.”

Bárður syngur víðari ”Tað er nú eg skal liva, tað er nú, eg kann elska. Góði Gud meg vísan ger, so tín kærleiki mítt stavnhald er.”

Gott nýggjár.

 

Skrivað hevur Sólfríð Heinesen

Sí fleiri greinar