Gud gloymir!
Sonja I. Jacobsen, 23.05.2017

Visti tú, at Gud gloymir? Hóast tað er ein ávís andsøgn í, at ein alvitandi Gud kann gloyma, so er tað satt. Gud velur at gloyma syndir okkara.

 

Heb 8:12: “Tí Eg skal vera órættvísi teirra náðigur og ikki longur minnast syndir teirra."

 

Hóast vit menniskju gloyma nógv, so hava vit lyndi til at minnast syndir. Bæði okkara egnu og – kanska serliga – tær hjá øðrum. Tí síggja vit bæði okkum sjálv og medmenniskju okkara í ljósinum av tí, vit hava gjørt.

 

Men soleiðis er Gud ikki. Sum Heb. 8:12 sigur, so er Hann órættvísi okkara náðigur og minnist ikki longur syndir okkara. Nøkur vers frammanundan sigur Gud, at Hann vil gera ein nýggjan sáttmála við fólk Sítt. Tað er í ljósinum av hesum nýggja sáttmála, at Hann sær okkum í dag.

 

Vit vita, at øll menniskju synda. Men gleðiboðskapurin er, at Jesus hevur goldið fyri allar okkara syndir, og tær eru skolaðar burtur í blóði Hansara.

 

Hin rættvísi Gud kann í dag siga, at Hann minnist ikki syndir okkara. Tí at ein dag fyri langari tíð síðani, mintist Hann tær og revsaði tær allar á krossinum.

Í dag sær Gud okkum tí uttan syndir okkara, og vit kunnu við dirvi fara fyri trónu Guds og liva í Hansara rættvísi.

 

Skrivað hevur Tóri Højgaard

 

Lýsing

Sí fleiri greinar