Just do it!
Sonja I. Jacobsen, 22.05.2017

Børnini í 7. flokki í Frískúlanum, Keldan vórðu vælsignaði á møtinum í sunnumorgunin, og tað setti sín heilt serliga dám á møtið. Tey hava gjøgnum hetta skúlaárið gingið til undirvísing í samband við ungdómsvælsigningina, og talan hjá Paula var ein boðskapur til bæði tey og tey meira tilkomnu við støði í 1. Timoteusarbrævið 4, 12.


Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika!


Yvirskriftin var Just do it!, sum oftast verður sett í samband við lýsingar hjá Nike. Hinvegin kann hetta eisini brúkast í samband við okkara lív saman við Gudi. Spurningurin er so, hvat tað er, vit skulu gera.
Sum trúgvandi skulu vit royna at koma at líkjast Jesusi meira og tað, sum Paulus skrivaði til Timoteus er ein góð uppskrift til, hvussu tað kann gerast. Pauli helt, at tað ikki er av tilvild, at tala og atburður, sum eru ting, sum vísa, hvussu vit eru, verða nevnd fyrst. Tað snýr seg um at tosa rætt og eisini í atburði at vísa, hvørji vit eru. Hini trý tingini, Paulus nevnir, eru kærleiki, trúgv og reinleiki, sum eru viðurskifti, sum eru innvortis og sum koma til sjóndar í, hvussu vit tosa og bera okkum at.
Tað, vit skulu gera, er soleiðis at vera góðir lærusveinar, og lívið hjá okkum skal vera merkt av, at vit hugsa um, hvat vit siga, hvat vit gera og at kærleiki, trúgv og reinleiki er tað, sum vísa, at vit hoyra Harranum til.


Møtið endaði við, at tey, sum vórðu vælsignaði, komu upp á pallin og vóru presenteraði. Síðani bóðu Pauli og Búgvi fyri teimum.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Erland Tvørfoss

Sí fleiri greinar