Mammudagur: møti við ymiskum kvinnum
Sonja I. Jacobsen, 15.05.2017

Bodil Olsen

Vit skulu vera ljós, og leggja av verk myrkursins.

 

Róm. 13,12: Náttin líður, og dagurin er nær; latið okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljóssins!

 

Nógv myrkur er í heiminum. Vit skulu vera ljósið, vera øðrvísi.

 

Róm. 13,14: Nei, latið tykkum í Harran Jesus Kristus, og havið ikki slíka umsorgan fyri holdinum, at tað øsir upp girndir!

Vit skulu lata okkum í Kristus.

 

Matteus 5,16: Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!

 

Frelsan er av náði og er ókeypis, men at vera ljós, er eisini at gera góð verk.

Hvat kann forða okkum at lýsa. Synd.

 

Ein gimsteinur kann gerast skitin og glitrar ikki meiri, um tú letur synd vera verandi í lívi tínum. Tá má man fara til Gud og biðja um fyrigeving, so Hann kann reinsa okkum, so gimsteinurin kann glitra aftur.

 

Hvussu kunnu vit lýsa? T.d. við at temja tunguna. “Um tú ikki hevur nakað gott at siga skalt tú tiga”.

 

Um tú hevur sett ljósið í ljósastakan, mást tú ansa eftir, hvat tú gert!

Tú kanst vera hjálpsamur, gávumildur. Vit kunnu øll gera tað.

Vit eru kallað at vera ljós. Ljósið sæst, ikki skammast.

 

Anastasia Lind

Gud er góður. Gud er altíð góður.

Takk Gud, at eg havi fingið henda møguleika at prísa Gudi!

Eg komi úr Kenya, eg eri gift við Tummas Lind, og vit búgva í Æðuvík.

Eg arbeiði á Faroe Origin. Vit eru signaði við tveimum synum. Annar er 3, og hin er 1 ár.

 

Áðrenn eg kom til Føroya, arbeiddi eg sum bankakvinna í Kenya.

Eg var lovsangsleiðari. Hvørja ferð omma mín skuldi biðja, bað hon meg altíð syngja fyrst. Hetta var sum eitt sáð, ið varð plantað, sum fór at blíva manifesterað.

 

Eg leitaði eftir samleika á skeivum stað og fall frá so at siga. Men eg føldi ein tómleika og ein longsul eftir at kennast heil aftur. Ein dag segði eg, at nokk er nokk. Eg bað um frí nakrar dagar, og fór í eitt bønarsentur í eina viku. Har kom umvending í mítt lív, og eg vendi aftur til Gud. Gud gav mær eitt orð hesa tíðina, hesa tíðina í bøn.

 

Jeremias 33,3: Rópa til Mín, og Eg skal svara tær, og Eg skal kunngera tær tað, ið stórt og ófatandi er, slíkt sum tú kennir ikki!

 

Eftir hetta byrjaði eg at tæna í lovsangstænastuni. Tá eg kom at kenna Jesus enn betur, fór nøgdsemi og gleði at fylla mítt lív.

 

Tað er ongin kraft, sum er størri enn kraftin í Jesu navni. Eg vil bara siga, at Gud er góður. Mín bøn er altíð at vera knýtt at Guds náðitrónu, og at hann fer at signa enn meiri.

 

Byrgerð Kjærbæk

Eg vil fyrst takka fyri, at eg sleppi at vera partur av so góðari samkomu. Her man altíð verður møttur av einum góðum anda. Túsund takk til øll tykkum, sum gera tað fantastiskt at vera ein partur av.

 

Jesus í gerandisdegnum
Eg havi fylgt við Jesusi, síðani eg var ung. Eg hevði ikki kunna verið Hann fyri uttan. Hann er mín klettur, hann sum eg standi á. Hann heldur, um alt annað fer. Hann er mær altíð nær, altíð kærur. Hansara orð er ein lykt á mínari gøtu. Tað er Hann, sum vísir mær, hvønn veg eg skal ganga. Tað er ikki altíð, at man veit. Tá er gott at bíða eftir Harranum, vera kvirrur og lata seg leiða av honum.

 

Á páskum hoyrdu vit um dreymar. At tað kann vera ein long leið. Um ikki at missa dreymin. Øll hava vit okkara dreymar. Okkara arbeiði og yrki, sum Gud kann brúka okkum ígjøgnum.  Og ein dreymur er ikki nakað, sum tú bara livir út. Ein dreymur er nakað, sum tú bert uppá í langa tíð. Og biður yvir. Tá tíðin er komin, so vaknar tú, ella dreymurin gongur út.

 

Mín dreymur er at fáa mítt egna, mína egnu salong. Eg havi biðið og bíða eftir tí røttu løtuni. Nú eri eg signað við so nógvum fittum kundum. Í tí andaliga er tað samkoman, og í tí tímiliga er tað tey menniskju, tú hevur rundan um teg.

 

Jesus á arbeiðsplassinum
Eg vil, at Jesus skuldi vera við á mínum arbeiðsplássi. At eg skal kunna formidla Hann í mínum gerandisdegi. Ein vinkona gav mær eina krukku við mannakornum, sum eg havi stillað á arbeiðsplássinum. So havi eg tikið mær eina bíbliu oman, so kann eg lesa eitt orð eina stilla løtu. Ein onnur kona kom inn við einari krukku við heimabakaðum smákøkum, sum hon hevði gjørt. Eg haldi tað er heilt fantastiskt, tað er uppmuntrandi. Tá eg hugsi um ta konuna og í samband við mammudagin, so vil eg nevna hana. Tað er Ann Randi. Eg haldi, hon er ein heilt serlig mamma. Virkuliga umsorganarfull.

 

Eg kann vera glað, tí mín dreymur er gingin út.

Í tí andaliga havi eg eisini dreym um, at okkara samkoma skal vaksa, at stólarnir skulu fyllast.

 

Jesus er tann allarbesti vinurin, tú kanst eiga.

 

Má Jesus signa okkum øll.

 

Lurta eftir møtinum Keldan Netvarp HER

 

Skrivað hevur Djóni á Boðanesi

 

Sí fleiri greinar