Varða um skaparverkið
Sonja I. Jacobsen, 09.05.2017

Føroyar er eitt vakurt land, serliga seinastu dagarnar, tá sólin hevur skinið oman og niðan. Ferðafólk, sum koma á klettarnar siga mangan, at náttúran hjá okkum er serliga vøkur, hóast vit ikki altíð varnast hana. Náttúran er fantastisk, men vit menniskju seta okkara fingramerki á hana, og tað er ikki altíð gott.

 

Kjakast hevur verið nógv um umhvørvið og dálking í seinastuni. Á økokritiska bókmentapallinum hevur verið argumenterað, at kristindómur hevur brúkt fyrstu Mósebók til at taka sær rætt til at ovurnýta náttúruna: Og Gud segði: Vær viljum gera menniskjur eftir okkara mynd, okkara líka, og tær skulu ráða yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum...(1. Mós. 1:26-28). Um hetta er satt, og um Gud hevur givið okkum valdið yvir øllum fenaði á jørð, so er tað okkara uppgáva at varðveita náttúruna og ikki ovurnýta hana. Ansa eftir henni, sum ein hirði ansar seyðum sínum. Fjallaprædikan í Matteusar evangeliinum vísir, at Gud tekur sær av okkum, og at vit ikki skulu stúra. Men prædikan vísir eisini, at Gud metir fuglarnar og blómurnar á markini høgt. Hann tekur sær av teimum, hóast hesi hvørki arbeiða ella spinna.

 

Hygg at himmalsins fuglum; teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei heldur saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið verdir enn teir? (Matt 6: 26)

 

Og hví stúra tit fyri klæðunum? Gevið tykkum far um liljurnar á markini, hvussu tær vaksa; ikki tær arbeiða, ei heldur tær spinna; men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og teirra. (Matt 6: 28-29)

 

 

Men í okkara tíð gerst tað alsamt greiðari, at djórini fáa nógv plast í seg. Vegna okkara dálking fáa himmalsins fuglar ikki rætta føði. Høgt elskaði bretin, C.S. Lewis, skrivaði yrkingina "The Future of Forestry" í 1938, sum snýr seg um umhvørvið, og hvussu náttúran verður ávirkað av okkara framferð. Lewis var óivað ørkymlaður av gongdini, men støðan er versnað almikið síðan tá. Tí er tað mín bøn, at øll kristin taka ábyrd og ansa eftir náttúruni - hugsa um møguligar avleiðingar, minka um dálkingina og elska tað, ið Harrin hevur skapt.

 

Jóhannes Páll pávi II segði góð orð í 1990: "Ein grundleggjandi partur av trúnni hjá kristnum er, at tey eru greið yvir ábyrd teirra í skapanini og skyldu teirra móti nátturuni og Skaparanum."

 

Skrivað hevur Rut Mohr Olsen

Sí fleiri greinar