Soleiðis er Gud
Sonja I. Jacobsen, 05.05.2017

”Vit skulu ikki bara hava vitan um Gud, men vit eiga at uppliva Hann persónliga.” Á møtinum sunnudagin 30. apríl talaði Rúni Rasmussen, um hvør og hvussu Gud er. Hann nevndi millum annað hesi eyðkennini:

 

1.     Gud er allastaðni nærvverandi.

2.     Gud er alvitandi (vit kunnu ikki goyma nakað fyri Honum, og vit kunnu heldur ikki læra Hann nakað).

3.     Gud er altvaldandi (Hann er mentur at gera alt).

4.     Gud er ævigur og óbroytandi (Hann er uttanfyri tíð og stað).

5.     Gud er tríeinigur.

 

”Vit eru skapt í Hansara mynd, eftir Hansara vilja og Gud vil opinbera seg fyri okkum. Hann fjalir seg ikki, men Hann vil, at jørðin skal vera fylt av kunnskapi um Hann,” segði Rúni Rasmussen.

 

Nakrir av Hansara eginleikum

Gud hevur nógvar eginleikar, og í taluni nevndi Rúni millum annað hesar:

 

1.     Gud er heilagur (Hann er ódálkaður og hevur andstygd fyri synd). Hann vil eisini hava okkum at vera heiløg, og tað kunnu vit vera gjøgnum Jesus.

2.     Gud er kærleiki/kærleiksfullur (Hann tekur í móti tí burturvilsta og gevur honum sonarrættindi).

3.     Gud er rættvísur (Hansara dómar eru rættir, og Hann dømir ikki eftir lógum, men er sjálvur standardurin, sum Hann dømir eftir).

4.     Gud er góður – og Hann er sjálvgóðskan. Tað, sum Hann skapti, var gott, og Hann gevur góðar gávur.

5.     Gud er náðiríkur og miskunsamur (av náði fáa vit tað, sum vit ikki hava uppiborið, og av miskun fáa vit ikki tað, sum vit hava uppiborið).

6.     Gud er skapandi. Hann er kreativur fram um øll onnur og hevur skapt okkum øll kreativ á ymiskum økjum - í Hansara mynd. Vit kunnu tí æra Gud við okkara skapandi evnum.

 

Rúni vísti á, at tá vit sova, kunnu vit vera vís í, hvønn Gud vit vakna aftur til, tí Hann broytist ikki, og Hansara eginleikar verða altíð teir somu.

 

Hann vísti eisini á hetta sitatið eftir A. W. Tozer:

 

”Allar framtíðarvánirnar hjá mannaættini kundu verið broyttar, um øll høvdu trúð, at vit búgva undir vinaligum skýggjum, og at himmalsins Gud, hóast upphevjaður í kraft og hátign, fegin vil vera vinur okkara.”

 

Rúni legði dent á týdningin av at kenna Gud og Hansara eginleikar og at liva í vinalagi við Hann. Hann vísti á Johs 17,3: Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.

 

Lurta eftir taluni á Keldan Netvarp HER

 

Síggj myndir HER

 

Skrivað hevur Rúni Rasmussen

Sí fleiri greinar