Guds samkoma er fyri øll ættarliðini
Sonja I. Jacobsen, 25.04.2017

”Eg eri Gud Ábraham, Gud Ísaks og Gud Jákups”. Gud eyðmerkir seg sum gudurin yvir ættarliðunum.

 

Á morgunmøtinum sunnumorgunin talaði Búgvi Olsen til okkara, um at samkoman er fyri øll ættarlið, og vit hava øll sama virði. Vit hava brúk fyri hvør øðrum, og sum samkoma umfevna øll ættarliðini saman.

 

Búgvi byrjaði við at tosa út frá Mósesi. Tá Gud kallaði Móses, segði Gud við hann,” Eg eri Gud Ábrahams, Gud Ísak og Gud Jákup. Gud eyðmerkir seg sum gudurin yvir ættarliðinum. Búgvi tosaði eisini út frá 1. Jóh. 2, 12, har Jóhannus tosar til ættarliðini, ”børn míni, tit ungu og tit fedrar/møður”. Í 1. Kor. 12 er samkoman likam Guds. Vit eru limir á likaminum og hava ymiskar uppgávur í samkomuni, men øll hava sama virði.

 

Búgvi tók nógv dømir út frá bíbliuni, har ættarliðini ávirkaðu og signaðu hvønn annan. Búgvi nevndi Jetro/Móses, Móses og Jósva, Eli og Sámuel, Sámuel og Dávid, Elias og Elia, Elisabeth og Maria, Barnabas og Paulus, Paulus og Timoteus.

 

Búgvi nevndi, at tað kann vera ein avbjóðing í dag í millum ættarliðini. Búgvi nevndi, at hann ynskti at útnevna á 3 øki til tey eldru og 3 øki til tey ungu, sum hava týdning.

 

3 øki til eldru:

1: Hjálp ungum at læra at kenna Gud: her tók hann dømi um Eli og Sámuel, 1. Sám. 3. Harrin kallaði á Sámuel, men Sámuel kendi ikki rødd Harrans, men Sámuel var saman við Eli, sum kendi Harran. Hann lærdi Sámuel at kenna Gud.

 

2: Fortel teimum ungu okkara søgu um samkomuna. Nógv av teimum ungu kenna ikki søguna, prísin og ta orku, tit hava lagt niður í samkomuna, fyri at tey ikki taka nakað fyri givið. Móses sigur í 5. Mós, 6, 6-9, at fólkið má fortelja um søguna, at nýggja ættarliðið má fáa søguna at vita um Ísrael og vita, hvat tey eru partur av.

 

3: Lurta eftir og uppmuntra tey ungu, tá tey fáa eitt Guds møti. Lat tey ungu fortelja um, hvat Gud ger í teimum, og lat okkum gleðast saman við teimum. Luk 1, 39-45: Elisabeth er glað og upplívgaðist um tað, sum Maria fortaldi. Lat okkum gleðast við teimum ungu og uppfríska tey, lat okkum trúgva á tey og vera fyrimyndir fyri tey.

 

3 øki til tey ungu:  

1: Spyr tey eldru um ráð og lurta. 1. Kong, 12,4. Rehabeam kongur ráðførdi seg við tey gomlu, har tey bóðu Rehabeam gera fólkinum til vildar, so skuldi fólkið verða tænarar hansara og lurta eftir honum. Rehabeam ráðførdi seg heldur við tey ungu, sum søgdu, at hann skuldi vera harður við fólkið, og hettar gjørdi, at ríkið fór í tvíningar. Rehabeam lurtaði ikki eftir teimum eldru, tí endaði tað ikki gott. Lurtið og spyrjið tey eldru um ráð og takið við teimum.

 

2: Hav onkran, sum tú kanst tosa og uppmuntra teg við. Aps, 11. Barnabas, sum merkir uppmuntrari, hann fór við til Tarsus við Paulusi, fostraði og myndaði Paulus, sum er ein tann størsti av apostlunum, sum nakrantíð hevur livað. Vit ungu vit hava brúk fyri einum Barnabas í okkara lívi, har vit kunnu opna okkum, ein, sum kann tosa lív inn í okkara lív. Vit hava brúk fyri vísdóminum, sum tey eldru hava.

 

3: Lat ongan vanvirða teg fyri tað, at tú ert ungur: Paulus sigur hettar við Timoteus, tí Timoteus vaks skjótt til ein ungan drong við myndugleika og ávirkan, og tí fekk hann mótstøðu, og onkur hevði møguliga tosað ilt um hann og vanvirt hann. Tí skulu vit ikki lata nakran vanvirða okkum fyri tað, at vit eru ung. Latið okkara atburð vera fyrimyndarligan.

 

Um tey eldru og ungu gera hetta, so skapa vit nakað og kunnu gera nakað stórt. Vit skulu ynskja hvør øðrum tað besta. Harrin vil, at vit ikki skulu hugsa um smálutir, sum kann oyðileggja, men lati okkum standa saman, vísa virðing, byggja brýr og vera fyrimyndir fyri, hvussu samfelagið skal virka, har øll ættarlið skulu arbeiða saman við gleði, sátt og semju.

 

Møti sæst/hoyrist HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar