Størsta gávan
Sonja I. Jacobsen, 25.04.2017

Jóh.14,1-6

v1 «Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg! v2 Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. v3 Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera. v4 Og hvar eg fari, hagar vita tit vegin.» v5 Tummas sigur við hann: «Harri, vit vita ikki, hvar tú fert; hvussu skulu vit tá vita vegin?» v6 Jesus sigur við hann: «Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.

 

Jesus sigur okkum greitt, at uttan Hann, eru vit ikki á vegnum, sum førir heim í tann bústað, sum Hann ger til reiðar. Tí mugu vit venda um og verða fødd av nýggjum Jóh. 3, 3.

 

At eiga frelsuna í Jesusar fulgjørda verki á Golgata, er størsta gávan, ein kann uppliva og at ognast teimum lyftum, sum  Guð hevur givið okkum í sínum orði, at vit í øllum førum kunnu koma til Hansara og at uppliva, at Hann er tann, sum orðið sigur, tað er so stórt, tað kann ikki forklárast, men má upplivast.

 

1. Jóh. br. 5

v10 Tann, sum trýr á Guðs son, hevur vitnisburðin í sær sjálvum; tann, sum ikki trýr Guði, hevur gjørt hann til lygnara, tí at hann ikki hevur trúð á tann vitnisburð, sum Guð hevur vitnað um son sín. v11 Og hetta er vitnisburðurin, at Guð hevur givið okkum ævigt lív, og hetta lívið er í syni hansara. v12 Tann, sum hevur sonin, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guðs son, hevur ikki lívið.

 

Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir. Hebr. 13.8.

 

Takk og Guð at tú frelsti meg, takk at eyga títt bar við meg, takk at Harran Jesus tú gav, takk fyri náðinnar djúpa hav.

 

Skrivað hevur Jóna S.F. Jacobsen

Sí fleiri greinar