Hvør er Dan?
Sonja I. Jacobsen, 18.04.2017

Navn:

Dan Danielsen

 

Aldur:
36 ár

 

Hjúnafelagi og børn:
Tórfríð A. Danielsen, Eyðley, 8 ár, Fríða, 4 ár og Viktor, sum er 2 mánaðir.

 

Hvar býrt tú?
Vit hava keypt hús á Strondum.

 

Hvar ert tú uppvaksin?
Innan Glyvur og á Strondum.

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
Glað og buldraslig.

 

Hvat gert tú til dagligt?
Eg arbeiði á framleiðsludeildini hjá Formula.


Hví valdi tú tað arbeiðið?
Eg eri útbúgvin datamatikari og fekk starv hjá Formula. Hetta var tað rætta fyri meg.

 

Hvat gert tú í frítíðini?
Fyrst og fremst eri eg familjumaður, so har fer nógv tíð. Renoveri hús, spæli tónleik og so tað, sum konan elskar, fótbólt.

 

Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Tja, konan sigur, at eg eri eitt sindur av einum droymara.

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Eg eri uppvaksin í Kelduni, so tað var ein natúrlig gongd fyri meg.

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Samanhaldið og visiónin í Kelduni, haldi eg, er einastandandi.

 

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni? Um ja, hvørjari?
Eg geri design í samkomublaðnum hjá Kelduni. Annars eri eg byrjaður at spæla guitar til barnamøtini.

 

Hvørjar deymar hevur tú fyri samkomuna?
At hon altíð hevur sama fokus, og at hon skal vaksa.

 

Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?
Eg fari framhaldandi at ganga í Kelduni og arbeiði hjá Formula.

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
2. Kor. 5:17: Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur, hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt...

Sí fleiri greinar