Ferðin hjá einum dreymi
Sonja I. Jacobsen, 18.04.2017

Øll hava ein dreym. Tað kann vera dreymur um samkomulív, familju, børn, arbeiði ella onnur ting. Allir okkara dreymar skulu ígjøgnum eina ferð.

Á síðsta møtinum á páskastevnuni 2017 í Kelduni, talaði Cecilia Chan um ferðina hjá einum dreymi. Hettar var ein sera hugvekjandi, kveikjandi og lærurík tala.

 

Hon byrjaði við at tosa um, at hon og maður hennara høvdu dreym um at byggja eina samkomu. Hon nevndi, at allir dreymar hava 5 fasur, sum teir sklu ígjøgnum:

 

1: Dreymurin føddur

2: Dreymurin seinkaður

3: Dreymurin doyr

4: Dreyumurin verður endurreistur

5: Dreymurin verður uppfyltur

 

Cecilia tók okkum gjøgnum allar hesar fasur, har hon tók dømi út frá Jósefi í bíbliuni. Jósef hevði ein dreym, sum bleiv føddur (fasa 1), síðani bleiv hann seinkaður (fasa 2), tí beiggjarnir vóru øvundsjúkir, har teir síðani lupu á Jósef og seldu hann. Hettar gjørdi, at hansar dreymur bleiv seinkaður.

Hon tók eisini dømi um, hvussu maðurin og hon høvdu dreym um at byggja samkomu, men tað bleiv eisini seinkað, tí Satan vildi oyðileggja tey. Tey blivu kritiseraði, og tey føldu mótloysi. Tey fóru at ivast, tí samkoman vaks ikki.

 

Í 3. fasu (dreymurin doyr), tá kom Jósef at arbeiða sum trælur hjá Potifar. Her gav Gud Jósefi stóra framgongd, men kona Potifar vildi tað øðrvísi og ákærdi Jósef, og tí endaði Jósef í geglinum. Her doyði hansara dreymur.

Sama var galdandi fyri Ceciliu og mannin, at nú byrjaði samkoman at vaksa, og fólk løgdust til við veking. Síðani hendi ein ferðsluvanlukka, har tvey børn, sum gingu í samkomuni, doyðu, og tað bar við sær stóra sorg fyri hana og mannin, sum gjørdi, at foreldrini at børnum, sum gingu í samkomuni, ákærdu samkomuna fyri ymiskt og tóku teirra børn úr samkomuni. Her doyði teirra dreymur.

 

Í fasu 4 hevði ein av teimum, sum Jósef sat í geglinum við, ein dreym, sum Jósef týddi. Hettar gjørdi, at Jósef aftur kom á føtur og fekk viðgang. Dreymurin bleiv uppreistur. Jósef hjálpti øðrum við at fáa teirra dreym uppfyltan. Í 1. Mós. 41, 9-16 og 1. Mós. 40, 6 stendur, hvussu Jósef náddi út til onnur, sjálvt um hann hevði trupulleikar og sat í geglinum. 

 

Sama var eisini galdandi fyri teirra samkomu í Singapor. Foreldrini sóu, hvussu hon og maður hennara elskaðu børnini og samkomulimirnar, at foreldrini byrjaðu aftur at koyra teira børn á møti hjá teimum og veking byrjaði.

 

Cecilia nevndi, at tað ikki eru sigrarnir sum gera, at fólk koma til trúgv, men at tað eru sárini, ið eru komin ávegis. Tey høvu nógv sár/arr eftir ferðusbvanlukkuna sum hendi í teirra samkomu.

 

Vit kenna søguna úm Jósef, hvussu tað endaði, at Gud vendi alt til tað góða, og at dreymurin bleiv uppfyltur. Sama er galdandi fyri Ceciliu og mannin, nú tey leiða eina stóra samkomu við nýggjum bygningi í Singapor, hóast mótstøða og Satan royndi at oyðileggja teirra dreym um at byggja og leiða eina samkomu.

 

Hvussu svarar tú aftur, tá ein dreymur doyr? Jósef bleiv ikki bittur….

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar