Sera kveikjandi boðskapur frá Dr. Thomson Mathew
Sonja I. Jacobsen, 16.04.2017

”Í kvøld leitar Gud eftir onkrum, sum næstan hevur givið upp.”

 

Dr. Thomson Mathew talaði á møtinum páskakvøld um tær tríggjar heimsumfatandi vekingarnar, sum hava verið síðani apostlasøguna.

 

Tann fyrsta var reformatiónin, sum var fyri 500 árum síðani. Fokusið har var millum annað, at rættvísgerðingin hendir bara við trúgv.

           

Tann næsta heimsumfatandi vekingin var í 18. øld. Hon gjørdi upp við millum annað alkohol, misnýtslu og trælahald.

 

Síðani var ein veking í 21. øld: Hon byrjaði í USA og fór um alla verðina. Tvey høvuðseyðkenni við henni vóru tungutala og guddómlig grøðing.

 

Vekingarnar komu allar í bylgjum. Til dømis byrjaði tann seinasta hvítusunnusamkomunum og seinni kom karismatiska vekingin.

 

Allar hesir vekingar hendu eftir eina turra andaliga tíð.

 

”Eg eri ikki sikkur í, at tann næsta vekingin byrjar í New York ella í onkrum kendum staði. Nei kanska byrjar hon í Føroyum,” segði Mathew.

 

”Tað er ein tíð fyri veking í Føroyum, sum fer um allan heimin,” segði hann.

 

Gud velur teg

Thomsom Mathew segði, at Gud velur menniskju og støð eftir sínum egna vali, og hann velur kanska ikki tann størsta og best útbúna persónin.

 

”Tað sær út sum, at tá Gud kallar ein persón til at gera nakað stórt, so velur hann ein, sum hevur gjørt onkran feil,” segði hann.

 

Hann nevndi dømini úr Bíbliuni um Móses, sum vildi frelsa sítt fólk, men mátti flýggja og endaði sum seyðamaður í oyðimørkini. Eisini nevndi hann Elia, sum hevði sæð eld fallið av himli o.s.fr., men nú sat hann undir einum træi og ynskti at doyggja, tí tíðin var farin. Eisini nevndi hann søguna um Filip í Ápostlasøguni, sum bleiv kallaður at fara til Gasa, har hann boðaði evangeliið fyri manninum úr Etiopia.

 

(2. Mós.3, 1-5  -  1. Kong.19, 3 – 5  -  Ápostlasøgan 8,1)

 

Mathew vísti á, at Filip var ikki pastorur ella eitt stórt navn í samkomuni. Hann var bara ein vanligur tænari.

 

”Ein dagin hoyrir hann andan siga við seg, at hann skal fara út í oyðimørkina í Gasa. Og hann var líðin, og soleiðis kom orðið til Etiopia. - Ein vanligur maður var líðin,” segði Mathew.

 

”Tá Gud vil hava eina veking, so kallar hann ein persón, sum er niðurboygdur, og tá hann vil broyta eina tjóð, so kallar hann ein ungan mann við ongum tittuli,” segði hann.

 

Annað á møtinum

Búgvi Olsen leiddi møtið, og eitt serligt við møtinum var, at tað var teknmálstulkað.

 

Lovsangsbólkurin í Kelduni sang sum vant, og í sambandi við fyrsta páskadag vóru øll í kórinum í hvítum.

 

Sangframførsla var við børnunum, sum hava verið til barnamøtini. Tey sungu tveir páskasangir. Eitt offur varð eisini upptikið. Tí stóð Ólavur Jacobsen fyri.

 

Nógv fólk vóru á møti. Salurin var fullur og nógv sótu eisini á balkongini. 

 

Pole Jacobsen tolkaði taluna hjá Dr. Mathew.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar