Gud er ikki broyttur
Sonja I. Jacobsen, 15.04.2017

Vit liva í einum heimi, sum broytist ómetaliga skjótt. Tað industriella samfelagið er farið aftur um bak, og liva vit nú í informatiónssamfelagnum.

 

Øll hendan nýggja tøknin hevur við sær, at samfelagið og samskiftið okkara millum er í slíkari menning, at tað kann gerast torført at fylgja við og tillaga lív sítt samsvarandi.

 

Dr. Thomson Mathew legði út í talu síni við hesum spurninginum - hvussu er so við Gudi, er hann broyttur?

 

Í Mal. 3, 6 sigur Gud tó – Eg eri Harrin, og Eg broytist ikki!

 

Hóast alt rundan um okkum skiftir og broytist, so er Gud enn tann sami, og kraft Hansara er óbroytt, síðan Hann við Orði Sínum skapti Heimin.

 

Tey lyfti, sum Gud hevur givið - hóast long tíð er gingin - eru enn galdandi, og hevur Hann framvegis kraftina til at uppfylla tey. Hann kallar nú á Sítt fólk um at taka hesi lyfti til sín aftur.

 

Hvat enn tørvur tín er, er tað til grøðing, útfrían ella frelsu, so hevur tað fingið ja og amen sítt í Jesusi.

 

Síggj og hoyr møtið á Keldan Netvarp HER 

 

Skrivað hevur Øyvind Bjerkenes

Sí fleiri greinar