Tað skapandi orðið
Sonja I. Jacobsen, 04.04.2017

Helgi Abrahamsen hugleiddi sunnumorgunin bæði um orð í samskifti millum menniskju, men serliga um Orðið sum lýst í Jóhannes kapittul 1.

 

Orðið
Joh. 1: 1-12

v1 Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð. v2 Hetta var í fyrstuni hjá Guði.v3 Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið. v4 Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar. v5 Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí.

v6 Maður kom, sendur frá Guði, hann æt Jóhannes. v7 Hesin kom til vitnisburðar, til tess at hann skuldi vitna um ljósið, fyri at allir skuldu trúgva við honum. v8 Hann var ikki ljósið, men hann skuldi vitna um ljósið. v9 Hitt sanna ljósið, sum upplýsir hvørja menniskju, var við at koma í heimin. v10 Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við honum, og heimurin kendi hann ikki. v11 Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. v12 Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara

 

1. Mós. 1.1-2

v1 Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina.v2 Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum.

 

Jørðin var oyðin og ber og myrk, og soleiðis kann lívið eisini onkuntíð kennast sum ein oyðimarkargongd. Men tá Guds Andi er til staðar, tá kann hetta eina Orðið skapa. Gud segði ”Verð ljós” og tað bleiv ljós, og soleiðis skapti hann alt við sínum orði.

 

Okkara orð
Guds Orð kundi skapa ein heilan heim. Tað kunnu okkara orð ikki. Okkara orð kunnu skapa nógv, og tey kunnu eisini bróta nógv niður.

Eg kann við orðum gera onkran glaðan ella ólukkuligan. Happing kann geva fólki sár í sálina, og eg kann við orðum fáa onkran at trúgva ilt um ein annan.

 

Játtað til frelsu
Fyri Jóhannes bleiv tað stórt, at Jesus, sum var frá upphavi, bleiv menniskja, sum teir sóu, hoyrdu og numu við.

 

1. Joh.1: 3-4

“v1 Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu og hendur okkara numu við, tað er lívsins orð; – v2 og lívið varð opinberað, og vit hava sæð og vitna og boða tykkum hitt æviga lívið, sum var hjá faðirinum og varð opinberað okkum; – v3 tað, sum vit hava sæð og hoyrt, boða vit eisini tykkum, fyri at eisini tit mega hava samfelag við okkum; men samfelag okkara er við faðirin og við son hansara Jesus Krist.”

 

Jesus kom ikki fyri at avtaka lógina, men hann kom fyri at fullføra lógina. Gamla lógin segði, at øll vóru sek til deyða, men Jesus kom við eini nýggjari lóg (lóg lívsins anda), sum er omanfyri gomlu lógina, og sum sigur, at tann, sum tekur ímóti honum, verður ikki dømdur.

 

Róm. 8:1-4

v1 So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi. v2 Tí at lóg lívsins anda hevur í Kristi Jesusi gjørt meg frían frá lóg syndarinnar og deyðans. v3 Tí at tað, sum var ómøguligt hjá lógini, av tí at hon var máttleys av holdinum, tað gjørdi Guð, við tað at hann sendi sín egna son í líki av syndigum holdi og fyri syndarinnar skuld og dómfeldi syndina í holdinum, v4 fyri at rættlætiskravið í lógini skuldi verða fullgjørt hjá okkum, sum ikki ganga eftir holdi, men eftir anda.”

 

Róm 10. 9-10

“Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur; v10 tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu.”

 

Tankar gerast orð, og verða sendir sum pílar við ætlan
Aftanfyri orðini eru tankar. Tað føðist fyrst ein tanki í høvdinum, sum so blívur gjørdur til orð, sum verða send avstað.

Tá tú skjýtur við boga og píli, so spennir tú boðan fyrst og siktar, og so sleppur tú pílinum. Tá tú hevur slept, tá er tað farið.

Tankin kom fyrst, orðið kom aftaná.

 

Joh. 1: v14 Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.

 

Hetta er tann Jesus sum við sínum orði altíð er nær hjá tær, bæði tá tú situr á møti, og tá tú situr einsamallur, ella tá tú situr í tíni egnu oyðimørk, ella hvar tú ert, so er Hann nær hjá tær í sínum orði. Og eisini tú ert lærusveinurin, sum Hann elskaði frá upphavi.

 

Hoyr taluna á "Keldan Netvarp" HER

 

Síggj myndirnar HER

 

Skrivað hevur Djóni á Boðanesi

Sí fleiri greinar