Fyrigeving - hurðin til frælsi
Sonja I. Jacobsen, 28.03.2017

“Tað, at ikki vilja fyrigeva, er sum at eta gift og vóna, at hin persónurin doyr”

 

Nelson Mandela sat 27 ár í fangahúsinum. Nógvur hatur var og er enn í dag í Suðurafrika vegna rasuskilnaðin, sum í nógv ár ráddi í landinum. Men tá ið dagurin var komin, at Mandela skuldi verða leyslatin, tók hann eina avgerð – hann greiddi soleiðis frá:

 

“tá ið eg gekk ímóti hurðini, tá vitsti eg, at um eg ikki legði beiskleikan og hatrið eftir, so var eg framvegis fongslaður”.

 

Eins nógv og opna hurðin út úr fangahúsinum leiddi til frælsi, so var fyrigevingin hurðin til persónligt frælsi fyri Mandela.

 

Búgvi Olsen talaði sunnumorgunin um fyrigevingina, sum vit hava fingið frá Gudi, og um kraftina í at fyrigeva sínum næsta.

 

Vit hava øll fingið fyrigeving í krossinum, men krossurin er bæði vertikalur og horisontalur. Hettar verður oftani brúkt sum mynd uppá, at Jesus á krossinum skapti frið millum menniskjuni, eins væl og Hann skapti frið millum okkum og Seg.

 

Tá ið tosað verður um fyrigeving, so er eisini neyðugt at tosa um syndina, og kunnu vit lesa í Esaj. 59,2 – Nei, tað eru misbrot tykkara, ið hava gjørt skilnað millum tykkum og Gud tykkara.

 

Syndin herðir hjartað og skapar skilnað millum okkum og Gud og setir fígginskap millum menniskju. Fyri at fyrigevingin kann flóta, so mugu vit eyðmýkja okkum og lata harðleikan í hjartanum víkja. Hettar ger seg galdandi bæði fyri tann, sum móttekur fyrigeving og fyri tann, sum skal geva hana. Tað er so lætt at finna feilirnar hjá hvørjum øðrum, men fyrigevingin snýr seg um at velja heldur enn um at lata kenslurnar ráða.

 

Jesus setti Seg sjálvan og kenslurnar til síðis, tá ið Hann gav seg á krossinum. Jesus valdi at fyrigeva og eftirgeva okkum alla syndina. Men Hann sigur samstundis við okkum í líknilsinum um hin skuldarbundna tænaran: “sømdi nú ikki eisini tær at miskunna samtænara tínum, eins og eg miskunnaðu tær!” Matt. 18, 33

 

Búgvi hevði hendan morgunin eina hurð við sær upp á pallin og vísti í myndum, hvussu tú kanst gera fyri at gerast fríur og kunna fyrigeva!

 

Síggj og hoyr møtið við at trýsta á HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Øyvind Bjerkenes

Sí fleiri greinar