Nøgdsemi
Sonja I. Jacobsen, 28.03.2017

Ja, gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur; (1.Tim 6,6)

 

Tíðarandin í dag krevur av okkum, at vit altíð skulu hava meira. Vit vilja hava meira pengar. Vit vilja hava størri og flottari bil, hús og annað.

Vit tráa eftir at vera betri enn hini.

 

Bíblian sigur, at gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur. Tað er sera týdningarmikið, at vit læra okkum at vera nøgd við okkum sjálv og har, sum vit eru nú.

 

Bíblian sigur eisini í Matt 6,33: ” Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt”.

Her síggja vit, at tað týdningarmesta í okkara lívi er at hava frið við Guð og geva okkum til Hansara. Gera vit tað, so skal alt annað vera givið okkum umframt.

 

Guð tekur sær av okkum. Matt. 10, 29-31: ” Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein skilling? Og ikki ein teirra fellur til jarðar uttan vilja faðirs tykkara. Men á tykkum eru enntá øll hárini á høvdi tykkara tøld. Óttist tí ikki, tit eru meira verdir enn mangir spurvar.”

 

Vit skulu bera alt fram til Jesus og takka honum fyri hansara frelsuverk á Golgata: Fil 4,6-7: ” Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi”.

 

Mangan stúra vit fyri trupulleikum, sum vit eru í í dagligdegnum, og vit halda hesar trupulleikar vera sera stórar. Men um vit bera tað fram til Jesus og leggja tað í Hansara sterku hendur, so hjálpir Hann okkum. Hann hjálpir okkum uppum trupulleikan og ger, at trupulleikin, sum var so stórur sum eitt fjall, knappliga ikki virkar so stórur meir. Vit kunnu hvíla trygt í, at trupulleikarnir eru lagdir í Hansara hendur.

 

Lat okkum tí leggja alt í Guðs hendur, Hann vil leiða okkum víðari.

 

Skrivað hevur Pól Frits Høj

Sí fleiri greinar