Saman við Gudi røkka vit longri
Sonja I. Jacobsen, 15.03.2017

Kol 1:9-10

Frá tí degi vit hoyrdu tað, hava vit tí ikki hildið uppat at biðja fyri tykkum og bøna um, at tit skulu fyllast við kunnskapi um vilja Hansara í øllum vísdómi og andaligum viti, til at liva Harranum verdiga, sum Honum líkar á allan hátt, og við kunnskapinum um Gud bera ávøkst, vaksa í øllum góðum verki.

 

Á morgunmøtinum sunnumorgunin talaði Annika Høj um, at saman við Gudi røkka vit longri. Eisini var sangframførðsla frá Sonju Ingolfsdóttir Jacobsen.

 

Røtur og veingir

Annika nevndi, at vit hava øll ymiskt til felags. Vit komu til hendan heim, ganga okkara jarðarlív, og ein dag endar okkara lív.  Gud ynskir, at vit fáa upplivað mangt ymiskt, meðan vit liva. Vit hava brúk fyri ymiskum fyri at vaksa.

Tað eru 2 ting, vit skulu geva víðari til okkara børn, tað eru røtur og veingir.

Røturnar eru týdningarmiklar, men hví tilføra veingir?

Guðs orð er ævigt - røturnar gerast sterkar við at lesa Guds orð - vit blíva sterk á fleiri økjum, tá vit koma at kenna Gud betri. Hansara lyftir eru at líta á. Jú longri man hevur livað og kent Gud, tess betri veit man, og at trúgvin ber, tí Hann vil fylla alt hjá okkum.

Øll fella, men spurningurin er, um vit reisa okkum aftur? ”Eg eri Gud tín, óttast ikki, Eg eri við tær.” Hettar ger, at røturnar vaksa og gerast sterkari í okkara lívi.

 

Við Guds kraft kunnu vit hevja okkum upp um umstøðurnar, trupulleikin kann tykjast stórur - men Hann er í kontrol.

”Hvørjaferð eg felli ella detti, so rættir Gud mær hondina og lyftir meg upp”, sigur Annika. Vit kunnu eisini velja, um vit trúgva og taka ímóti hondini, tað ger ikki, at allir trupulleikar fara burtur, men Hann leiðir okkum gjøgnum trupulleikarnar.

 

Nýggja styrki

Jesaja 40, 28-31

Gud gevur okkum nýggja styrki - vit eru menniskju, og tí gerast vit móð, men Gud hevur lovað at lyfta okkum, tí Hann er okkara styrki, og vit eru ment til at gera alt í Honum.

 

Annika tók eisini myndatalu um ørnina. Ørnin gerst móð, hon verður 40 ár. Síðani fer hon inn í holuna og smekkar veingirnar í veggin, til allir fjarðarnir eru farnar av - so bíðar hon til hon heldur seg hava fingið nýggjar fjarðar - so flýgur hon avstað, og tá merkir hon, at hon hevur fingið nýggjar veingir. Sama er við okkum menniskjum, tá vit gerast troytt og móð í lívinum, men Gud er har á øllum økjum.

 

Vit kunnu fáa aðrar postar ígjøgnum lívið, og aftur her kunnu vit gerast móð, men HANN gevur okkum styrki. Vit klára tað ikki í okkara egnu styrki, men Hann hjálpir okkum við Síni styrki - tá stormur kemur, fara allir hinir fuglarnir at finna sær skjól, men ørnin flýgur víðari, men hon hevjar seg  upp um stormin. Soleiðis er eisini við okkum menninskjum, tá vit lova og trúgva, at Gud hjálpir okkum.

 

Lati okkum fara til Jesus fyrst við øllum - mangan gloyma vit tað í okkara gerandisdegi - Hann vil leiða okkum og hjálpa okkum - í storminum er Gud við okkum. Tá røturnar eru djúpar og sterkar, er eingin orsøk til at óttast, og eitt træ við sterkum rótum, flennir eftir storminum....

 

Lurta eftir taluni HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar