Sannleikin
Sonja I. Jacobsen, 10.03.2017

“Vit hava brúk fyri at kenna teir ævigu sannleikarnir um Gud, men eisini sannleikarnir um okkum sjálv”. Soleiðis byrjaði Símun Absalonsen taluna hjá sær sunnumorgunin.

 

Hann brúkti eina anekdotu úr einari bók hjá Arthur Conan Doyle um Sherlock Holmes sum dømi um tað. Teir báðir vóru farnir eina útferð og skuldu sova í telti. Mitt um náttina vakna teir báðir og Holmes spyr hjálparan, Dr. Watson, hvat hann sær. Watson sigur, at hann sær myriadir av stjørnum. “Og hvat fortelur tað tær?” “Jú, astronomiskt fortelur tað mær tað, at tað óivað eru milliónir av galaksum og milliardir av planetum til. Horologiskt fortelur tað mær tað, at klokkan er óivað kvart yvir trý. Meteorologiskt fortelur tað mær tað, at tað sær út sum, at tað fer at verða hampuligt veður í morgin, og teologiskt sigur tað mær tað, at Gud er stórur, og at vit eru evarska smá.” “Men hvat sært tú?”. Holmes sigur, “Watson, tú ert ein býttlingur. Sært tú ikki, at onkur hevur stolið teltið, meðan vit hava sovið?”

 

Tað eru stórir og ævigir sannleikar, vit mugu kenna, men tað eru eisini meira jarðbundnir sannleikar, vit mugu kenna, sum hava við okkara egna lív at gera. Tað er sannleikin, vit mugu hava fatur í. “Keyp sannleika og sel hann ikki!”, stendur í Orðatøkunum 23. Postmodernaða samfelagið, verður sagt, er spirituelt, men fólk hava trupult við at fyrihalda seg til, at tað finst ein objektivur sannleiki. Ofta fer spiritualiteturin til tað, sum følist gott. Tað verður ikki spurt eftir sannleikanum. Tað finnast eisini fólk í samkomini, sum ivast. Tingini eru flutt nógv frá fakta til nakað kensluborið, tá tað kemur til tað andaliga. ”Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur, hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.” Tað hevur við nøkur grundleggjandi fakta at gera.

 

Sannleikin er undir trýsti, tí um tú sigur, at tú hevur funnið sannleikan, so verður tú skýrdur sum ein fundamentalist. Trúðarjáttanin, sum nógv halda er frá Luthersa tíð, kann sporast aftur til umleið ár 150, sum sigur nakað um faktuella sannleikan í tí, sum verður sagt. Sannleikin um, Jesus var illa lýddur í Athen, tá Paulus talaði fyri grikkum, og tað er hann enn í dag. Jesus sigur sjálvur, at hvør tann, sum er av sannleikanum, hoyrir hansara rødd, og at vit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal seta okkum í frælsi. Málið hjá Gudi við okkum er samfelag við okkum; hann vil hava okkum at liva í einum livandi samfelag við hann dag út og dag inn.

 

Farieseararnir verða ikki jaliga lýstir í Nýggja Testamenti, men teir vóru nokk ikki allir so galnir hóast alt. Farieserarnir vóru í roynd og veru ein bólkur, sum framdi eina reformatión, har teir vendu aftur til Móses, sálmarnar og lyftini og høvdu eina inniliga væntan um, at Messias skuldi koma. Religiónin hjá teimum var tó uttan anda, og tað var tað, sum gjørdi, at tað gekk galið hjá teimum. Jesus hevði gott samband við fleiri farisearar, har onkrir hildu, at hann hevði ein illan anda. Summir hildu hann vera ein rabbi – ein lærara, sum man kundi lesa seg til. Summir hildu hann vera ein profet. Syndafulla kvinnan var sannførd um, at hann var meira enn tað. Fariseararnir kendu teir stóru sannleikarnar, men høvdu trupult við at síggja sannleikan um seg sjálvan. Hinvegin vóru tað tveir farisearar, sum syrgdu fyri, at Jesus varð lagdur í grøvina, og tað var ein fariseari, sum skrivaði tey flestu brøvini í Nýggja Testamenti.

 

Tveir menn fóru niðan í templið at biðja, og tað búgva tveir persónar í tær og mær, sum bjóða seg fram: tann sjálvrættvísi og so tann, sum onga rættvísi eigur, annað enn tað, hann hevur fingið í Kristi Jesusi, sum var givin fyri misgerðir okkarar og reistur uppaftur frá teimum deyðu til okkara rættvísi.

 

Lurta eftir taluni HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Erland Tvørfoss

Sí fleiri greinar