Ein góð samvitska
Sonja I. Jacobsen, 26.02.2017

“Harri, vek tú upp samvitskuna”.

 

Samvitskan er givin av Gudi. Øll hava fingið samvitsku.
 Hon ávirkar okkara trúgv og dagligdag. 

 

Ap.23:

1 Tá hugdi Paulus álvarsamt uppá ráðið og segði: "Tit menn, brøður! Á allan hátt við góðari samvitsku havi eg livað fyri Gudi til henda dag."

24:16

16 Tí leggi eg mær eisini eina við, altíð at hava óskadda samvitsku fyri Gudi og menniskjum.

 

Er samvitskan líka hjá øllum? 

Róm. 2

14 Tí táið heidningar - sum ikki hava lóg - av náttúruni gera tað, sum lógin sigur, eru teir, uttan at hava lógina, sær sjálvum lóg;

15 teir vísa jú, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra. Eisini samvitska teirra vitnar, og hugsanirnar sín ámillum klaga ella eisini verja hvør aðra

 

Tey sum ongantíð hava tikið ímóti Jesusi hava eisini eina samvitsku. 
Vit trúgvandi hava fyri neyðini at hoyra, hvat Guds Andi og Guds Orð sigur við Guds fólk. 

1.kor.8:

12 Táið tit soleiðis synda móti brøðrunum og særa veiku samvitsku teirra, synda tit móti Kristusi.

13 Um tí matur er bróður mínum ástoyt, skal eg í allar ævir ikki eta kjøt, fyri at eg skal ikki vera bróður mínum ástoyt.

 

Samvitskan ávirkast alla tíðina av umstøðunum.

 

Nógv menniskju ganga við ringari samvitskju. Dømi:
 Pinocchio fekk langa løs.
Um tað vóru vit, so høvdu vit eisini langa nøs.

 

Guds skapti samvitskuna í øll menniskju.

Hví verða nøkur ting avlagað? 
Hví smíða lógir, sum ganga ímóti Guds orði.

 

Dømi:

GPS kann leiða okkum rættan veg.

Samvitskan leiðir okkum á rættan veg.

GPS'arin kann vísa skeivt, um hann fær skeivar upplýsingar.

Samvitskan kann gerast so avlagað, at hon leiðir okkum skeiva leið ella forðar okkum ikki, tá vit eru um at gera nakað skeivt.

 

Tað ber til at brýna, avlaga samvitskuna.

Hitler vildi sløkkja samvitskuna hjá fólkinum. 

 

1.tim.1:

19 havandi trúgv og góða samvitsku - sum nøkur hava kastað frá sær og liðið skipbrot, trúnni viðvíkjandi.

 

Sálma 1:

1 Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,

 

Vit geva okkum ikki far um, at vit koma longur og longur av leið. 

 

1.tim.4:

1 Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda

2 við hykli lygilærara, sum eru brennimerktir í síni egnu samvitsku,

 


1.Pæt.2:

19 Tað finnur náði, um onkur, bundin til Gud í samvitsku síni, er tolin í sorgum, tóat hann líður órætt.

 

Róm.9:

1 Eg sigi sannleika í Kristusi, eg lúgvi ikki - samvitska mín vitnar við mær í Heilaga Andanum -

 

Heilagi andin og samvitskan samstarva.

 

Hvussu kann eg fáa eina góða samvitsku? Vit mugu stilla inn eftir rættari klokku. 

Hebr.9:

14 hvussu mangan meir skal tá ikki blóð Kristusar, Hansara, sum við ævigum Anda bar fram Seg sjálvan lýtaleysan fyri Gud, reinsa samvitsku tykkara frá deyðum verkum til at tæna hinum livandi Gudi!

 

Vit kunnu koma aftur til Hann og fáa reina samvitsku. Gud kann í dag útfría teg og reinsa teg.

 

Talari: Pauli Høj

 

Lurta eftir taluni HER

 

Skrivað hevur Djóni á Boðanesi

Sí fleiri greinar