Signingin í at geva
Sonja I. Jacobsen, 14.03.2017

Hvat hendir, tá ið Guds fólk vendir um og søkir Gud?

 

Vit kunnu lesa tað í 2. Krýnikubók, kap. 29, 30 og 31.

Í kap. 31, vers 5-12 lesa vit um, tá ið Guds fólk fór at geva, og Gud signaði. Í versi 10 stendur:  

 

«Síðan menn fóru aftur at lata offuravskurðin til hús Harrans, hava vit etið okkum mettar og havt nógv til avlops, tí at Harrin hevur signað fólk sítt, so at øll henda nøgdin er til avlops hjá okkum!»

 

í døgum Nehemia var støðan hjá Guds fólki ring. Jerusalem og templið lógu í oyði. Men Nehemia fór í føstu og bøn og játtaði sína og fólksins synd.

 

Hann byrjaði so at endurreisa Jerusalem og templið aftur – tó at hann fekk nógva mótstøðu. Í templinum vórðu gjørd herberg til at goyma offurskurðin av frumgróðrinum og tíggjundina, sum ísraelsmenn góvu, so at presturin og levitarnir aftur kundu gera tænastu.

 

Í Nehemia 12, 44 stendur: tí at tað var Júdamonnum ein gleði, at prestarnir og Levitarnir gjørdu tænastu.

 

Tá ið arbeiðið hjá Nehemia var liðugt, mátti hann heim í tænastuna hjá Artakserksesi kongi.

 

Tann óndi dámar ikki, at Guds fólk gevur.

Ein av mótstøðumonnunum hjá Nehemia, Tobias, fekk yvirtalað Eljasjib prest, sum hevði umsjón yvir herberginum, soleiðis at hann fekk ræðið yvir herberginum og koyrdi alt út, sum Guds fólk hevði latið, og flutti inn við síni óhundsku.

Til alla lukku kom Nehemia á vitjan og sá óskilið í templinum og fekk alt í rættlag aftur.

 

Í hesum góðu tíðum fari eg at heita á okkum, Guds fólk, at vit í dag mugu síggja virðið í at geva til Guð og Hansara søk.

 

2. Korint 4, 18: við tað at vit ikki líta at hinum sjónliga, men hinum ósjónliga, tí at hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.

 

Skrivað hevur Jóni Johannesen

Sí fleiri greinar