“Latið okkum strekkja trúnna”
Sonja I. Jacobsen, 19.02.2017

Undir yvirskriftini "Trúgv", talaði Búgvi V. Olsen, hjálparpastor, í morgun um, hvussu týdningarmikil trúgvin er í okkara lívi. Til tíðir kunnu vit halda, at vit hava ikki brúk fyri meiri trúgv í okkara kristna lívi, tí tað koyrir bara, men sannleikin er, at vit hava altíð brúk fyri trúgv og at vera avhengig av Gudi.

 

“Um vit ikki halda trúnni livandi í okkara lívi, so krympar hon”, segði Búgvi og vísti á dømi um at vera í form likamliga. Vit kunnu einaferð hava verið væl fyri likamliga, hava møguliga íðkað nógv, men um vit ikki halda tað viðlíka, so krympa musklarnir, og hóast vit halda okkum enn vera væl fyri, so orka vit ikki tað, sum vit einaferð kundu.

Í Heb. 11:6 stendur, at vit mugu trúgva, at Gud er til, og hetta er fyrsta treyt fyri at kunna strekkja trúnna í okkara lívi.  Gud er ein góður Gud, sum ynskir alt gott fyri okkum, og vit mugu trúgva á Hansara orð, og at Hann heldur Síni lyftir.

 

Búgvi vísti á dømi við sáðkorninum (Mark. 4:26-29). Gud sáðar eitt orð í okkara lív, men ofta er torført at skilja, at hetta lítla sáðkorn kann blíva til nakað stórt. Okkara uppgáva er at geva sáðkorninum - sum er Guds Orð - góða jørð at vaksa í, og tá er gott at vera í einum góðum umhvørvi, har man hevur fólk rundan um seg, ið kunnu tosa trúgv í okkara lív.

Tað er millum annað her, at samkoman fær ein tíðandi leiklut í okkara lívi.

 

Við dømum frá m.a. Ábraham, Oral Roberts og sínum egna lívi, vísti Búgvi greitt á, hvussu Gud tekur sær at tí sáðnum, ið einaferð er sáað. Øll hava vit fingið sáð frá Gudi sáað í okkara lív, og tað er av stórum týdningi, at vit ikki lurta eftir, hvat onnur menniskju siga um hetta, men hvat Gud sigur.

 

Nógv fólk vóru komin á veitslumøtið í morgin. Á leið 220 fólk vóru komin saman at hoyra Guds Orð. Áðrenn lovsangin var barnavælsignilsi á skránni, har Daniella Natasja, dóttir Anju og Øyvind Bjerkenes, varð vælsignað. Eisini var ein serlig lýsing á skránni, har lýst var, at Martha Frederiksberg og Torkil Nielsen skulu giftast.

 

Møtið sæst við at trýsta HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Jonna Heinesen

Sí fleiri greinar