Broytast ella umbroytast?
Sonja I. Jacobsen, 31.01.2017

Okkum menniskjum dámar væl at broyta ymiskt, og tað er ikki so undarligt, tá alt rundan um okkum broytist alla tíðina. Tíðirnar, náttúran, tøknin og menniskju eru nøkur dømi um, at alt broytist. Tað einasta, sum er støðugt, er tað, at alt broytist. Sjálvt um broytingar fara fram alla tíðina, so er tað ikki altíð so lætt hjá okkum sum einstaklingar at broyta okkum. Vit kunnu broyta ymiskt, sum er á yvirflatuni, men tá tað kemur til tær djúpu síðurnar, ið eru partur av okkara natúrliga menniskja, so kunnu vit ikki broyta okkum sjálv, men vit hava brúk fyri at blíva umbroytt.

 

Í Matteus19:16-20 lesa vit um ein ungan mann, sum kemur til Jesus og spyr, hvat hann skal gera fyri at fáa ævigt lív. Jesus svarar honum, at hann skal selja alt, hann eigur, og geva tað til fátæk, so skal hann fáa ævigt lív. Tað stendur víðari, at maðurin fór tungur avstað, tí hann var ógvuliga ríkur. Trupulleikin hjá hesum manninum var, at hann bert vildi broytast, men ikki umbroytast. Hann vildi vísa Jesusi, at hann vildi broytast, men ikki geva alt, sum kravdi, fyri at fáa eina veruliga umbroyting. Ofta hava vit hug til at broyta okkum, men ikki at umbroyta okkum. Vit vilja geva ein part av tí, sum skal til, men ikki alt.

 

Róm 12:2 sigur “Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er - hitt góða, dámliga og fullkomna!” Orðið “umskapt” kann eisini umsetast “umbroytt” (metamorphoõ á Griskum) og merkir á upprunamálinum, at “tað er ein grundleggjandi umbroyting av natúrini” hjá einum persóni ella luti. Við øðrum orðum, vit hava ikki møguleika at gera grundleggjandi broytingar í okkum sjálvum, tað, sum vit hava brúk fyri, er at lata okkum umbroytast. Hesa umbroytingina fáa vit bert í einum livandi samfelagi við Jesus.

 

Við at yvirgeva alt okkara lív til Jesus, broytir Hann okkum ikki bara, men Hann umbroytir okkum. Eg, tú og øll menniskju, sum eru rundan um okkum, verða signað, tá vit lata Jesus umbroyta okkum. Latið okkum tí áhaldandi koma til Jesus, so Hann kann umbroyta okkum og gera okkum meiri lík honum.

 

Skrivað hevur Búgvi V. Olsen

Sí fleiri greinar