Ein afturat fyri Jesus
Sonja I. Jacobsen, 19.01.2017

Tí Menniskjasonurin er komin at leita eftir tí, sum fortapt er, og frelsa tað.

Lukas 19:10

 

Er tað eitt lívskall, sum vit øll hava sum menniskju, so er tað hetta. At vinna menniskju fyri Jesus.

 

Hendan sunnumorgun er tað Búgvi Olsen, ið talar.

 

Jesus leitaði
Harrin Gud, hann leitar.

Hansara fokus er á seyðinum, drakmuni og soninum, sum er burtur.

 

Lukas 15:

7 Eg sigi tykkum: Soleiðis skal vera gleði í Himli um ein syndara, ið vendir við, meir enn um 99 rættvís, sum ikki tørvar umvending.

 

10 Soleiðis, sigi Eg tykkum, verður gleði hjá einglum Guds um ein syndara, ið vendir við."
 

22 Tá segði faðirin við tænarar sínar: "Farið eftir hinum bestu klæðunum og latið hann í tey, og gevið honum ring á hondina og skógvar á føturnar!

23 Farið síðani eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latið okkum eta og vera glað!

24 Tí hesin sonur mín var deyður og er vorðin livandi aftur, hann var mistur og er funnin." Tey byrjaðu nú at vera glað.

 

Tað sum gongur aftur er, at tað er ein guddómmilig gleði, tá tey fortaptu venda við.

 

Jesus gjørdi

Johannes 4:4

4 Hann mátti tá fara gjøgnum Samaria.

 

Hví mátti Jesus tað?

Kvinnan við brunnin í Sikar hevði totalt brúk fyri at blíva upprættað. Hetta er ein kvinna, sum ikki hevur nakra relatión við Gud.

Tí mátti Jesus fara ígjøgnum Samaria.

 

Og tað eru nøkur ting, sum vit mugu gera viðhvørt.

Fyri at tey ófrelstu skulu kunna koma heim, so mugu vit gera nakað.

 

“Just walk across the room” hjá Bill Hybels er sera inspirerandi, tá tað kemur til, hvussu vit vinna menniskju fyri Jesus.

Ein frásøgn sigur frá, hvussu ein persónur bleiv frelstur, tí ein í einum føðingardegi fór tvørtur um rúmið og byrjaði at práta við ein persón, sum stóð einsamallur.

At ein persónur fór frá tí trygga yvir at práta við ein, sum viðkomandi ikki kendi. Tað broytti ævinleikan hjá hesum persóni.

 

Tað byrjar altíð við einum møti millum tveir persónar.

 

Charleston Lim var sera íðin fyri Jesus. Hann gavst at spæla fótbólt fyri at vinna tveir persónar fyri Jesus. Teir spældu kurvabólt, so tað fór hann eisini at gera fyri at kunna vitna fyri teimum.

Tá Charleston var 15, hevði hann umvent 40 persónar til Jesus.

 

Hvat við mær? Eg dugi ikki, eg eri smæðin.

Jesus gav okkum Heilaga Andan.

Áp. 1:8

“Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerúsalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar."
 
Tú, sum ert frelstur, hevur alt tað, sum skal til, fyri at vera eitt vitni fyri ein annan persón. Gud brúkar eisini tínar eginleikar, ta persónligheit, sum tú hevur.

Heilagi Andin talar ígjøgnum tær gávur, tú hevur, har tú ert.

 

Bill Hybels hevði ein son, ið trenaði fótbólt. Bill hjálpti venjaranum at savna saman keylur og fortaldi, at hann var glaður fyri, at venjarin sjálvboðin nýtti tíð at venja dreingirnar. Teir prátaðu saman fleiri ferðir, og Bill bjóðaði at enda venjaranum við á møti. Venjarin vildi als ikki og segði, at hann visti, at hetta fór at koma. Eg vil slett ikki hava nakað við Gud at gera, segði venjarin. OK, tað er í ordan. Onki press, eg vildi bara spyrja teg. Nøkur ár gingu, drongurin gavst at spæla fótbólt. So ringir telefonin, og nú er tað Brian, venjarin.

Bill, eg havi brúk fyri at tosa við teg. Teir møttust og prátaðu saman nakrar ferðir, har Brian fekk greitt frá frá ymiskum í hansara lívi, sum ikki hevði gingið so væl. Teir fóru hvør til sítt, og tað var tað.

 

So ein dagin eina tíð aftaná, tá Bill hevði dópsundirvísing, sá hann Brian sita har.

Eftir undirvísingina fór hann yvir og spurdi, hvat hann gjørdi her til dópsundirvísing.

Brian greiddi frá: Fyri 2 mánaðum síðani var eg á møti hjá tær, har tú tosaði um at gera upp við fortíðina og byrja eitt nýtt lív. Tann dagin gav eg mítt lív til Jesus, og eg eri her sum ein nýfrelstur, tí eg vil doypast.

Seinni segði Brian: Takk fyri at tú hjálpti mær at heinta keylurnar fyri nógvum árum síðani. Tað var har, tað byrjaði.

At hann tordi taka nøkur fet út úr síni trygdarzonu og byrja eina relation. At tosa í tí smáa.

 

Heilagi Andin brúkti tað. Tað var í tí smáa. Stig fyri stig.

 

Vit kunnu vera við til at vinna menniskju fyri Jesus. Vit kunnu bara gera okkara part.

Tí eitur yvirskriftin fyri hesa talu: Ein afturat fyri Jesus.

 

Vel ein persón, sum tú kanst biðja fyri í 2017.

Standið saman í trúgv fyri hesum persónum. Eisini í húsbólkunum.

 

3 góð ráð

1.     Bið

2.     Bygg

3.     Bjóða

 

Skrivað hevur Búgvi Olsen

Sí fleiri greinar