Nýtt vín í gamlar skinnsekkir?
Sonja I. Jacobsen, 12.01.2017

”Drekkið tykkum ikki drukkin av víni - í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum.” (Ef. 5,18).

Og úrslitið av hesi fylling var m.a.: ”So tit tala hvørt til annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum - syngið og spælið fyri Harranum í hjarta tykkara” (vers 19).

 

Í Luk. 5,37-39 sigur Jesus frá einum líknilsi, har bæði syndarar og skriftlærdir o.fl. vóru til staðar.

 

”Eingin letur heldur nýtt vín í gamlar skinnsekkir; tí hitt nýggja vínið spreingir skinnsekkirnar, og tað fer fyri einki, og skinnsekkirnir spillast.” (vers 37).

 

Tá í tíðini var skinnið av t.d. geitum seymað saman, so tað kundi brúkast til vínber. Tá so prosessin byrjaði, víðkaðist sekkurin. Tá ið skinnið var nýtt, strekti tað seg, men tá ið tað var gamalt, bleiv tað hart. Elastisiteturin fór úr, so tað ikki toldi tað nýggja vínið, og tá so trýst koma á, brast sekkurin.

 

“Nei, nýtt vín eigur at verða latið í nýggjar skinnsekkir” (vers 38). Vit eru sum eitt ílat/skinnsekkur, sum skal fyllast við hesum nýggja víninum. Vínið er ein mynd av fylling Andans. Um eg í mínum sinni lati aftur, har fordómar, vanar og mannaboð standa í vegin, so blívi eg sum ein skinnsekkur, sum ikki tolir tað nýggja vínið.

 

Eg trúgvi, at Harrin hevur nakað nýtt og frískt til okkum í dag! Nýtt vín vil Hann úthella yvir Sína samkomu/kirkju. Tú sigur kanska: “Kann eg uppliva tað nýggja vínið? eg havi verið kristin nú fleiri ár. Er mín skinnsekkur ikki ov gamal og harður? er elastisiteturin ikki farin úr?”

 

Eg trúgvi, at Jesus segði frá hesum líknilsi til hesa samkomu fyri at geva øllum saman møguleika at uppliva frelsu, endurnýggjan og fylling av Andanum. Vit mugu opna okkara hjarta og sinni, lata Hann koma framat og strekkja okkum, lata fordómar og aðrar forðingar fara. Jú, tað kann vera pínufult  í byrjanini, men tað gevur gleði og nýggja styrki til at halda áfram.

 

“Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er - hitt góða, dámliga og fullkomna!” (Róm, 12:2).

 

Skinnsekkurin hevur einki við okkara aldur at gera, men anda og sinni okkara; tað avger, um vit blíva fylt við hesum nýggja víni.

 

Mín bøn fyri ár 2017 er, at Guds fólk reisir seg í Hansara veldigu kraft og stillar seg undir ta himmalsku brúsuna. Mær tørvar tað, og eg veit, at eisini tørvar tað.

 

Skrivað hevur Pauli Høj

Sí fleiri greinar