Røtur og rótfestan
Sonja I. Jacobsen, 13.12.2016

Røtur

Eitt træ sær ofta sera flott og stórt út, og ein kann undrast á vøkru litirnar og hvussu stórsligið tað er. Hetta er tað, vit síggja, tað sjónliga, men træið hevur eisini ein ósjónligan part, ella í hvørtfall er hesin parturin undir jørð. Træið hevur røtur, ofta sera langar og kraftigar røtur. Hevði tað ikki havt røtur, tá megnaði tað ikki at standa ímóti vindi og vildi fokið, um bert lotið var nóg kraftugt.  Somuleiðis hvør blóma og eitthvørt strá.

 

Hetta orðið, ið tú lesur, snýr seg um andaligan og persónligan vøkstur. Myndatalan er, at Guðs orð, t.e. bíblian, er tað, ið gevur okkum røtur, sum ger, at vit kunnu standa ímóti tí ónda.

 

Rótfestan - Endurtøka av Guðs orði.

Ein góður máti at fáa orðið rótfest, er at endurtaka Guðs sannleikar.

Eg havi ein lista av setningum, sum eg siteri fyri mær sjálvum. Allir setningarnir taka støði í bíbliuni. Eg endurtaki teir fyri mær sjálvum, í tí stilla, fleiri ferðir um dagin.  Setningarnir siga mær, hvør eg eri, hvussu eg skal navigera, hvat meiningin er við tí, eg geri o.s.fr., alt sambært bíbliuni. 

 

Her eru nakrir setningar: 

 

"Jesus er nr.1 í mínum lívið. Eg livi fyri at upplyfta og æra Hann."

 

"Eg vakni upp til eitt málrættað lív við kós og meining hvønn tann einasta dag".

 

" Í dag verður heimurin eitt betri og annarleiðis stað, tí eg tæni Jesusi"

 

" Eg elski menniskju, vísi veruligan áhuga fyri teimum og trúgvi tað góða um øll" (luk 10,27)

 

Lúka - Viðlíkahald

Ert tú eins og eg, so hevur tú tørv á, at Guð infiltrerar títt sinn hvønn einasta dag og hvønn einasta tíma. Hetta soleiðis, at tann óndi ikki fær loyvi at koma við skeivum tonkum og fellir tíni trø. Tú mást gera honum greitt, at hann ikki hevur nakað føri í tínum tonkum, tí Kristus býr í tær og hevur vunnið á øllum, eisini ringum tankum, mótloysis anda o.s.fr. Hetta kanst tú gera við at tosa Guðs orð. Hetta gert tú við at dagliga endurtaka Guðs sannleikar yvir títt lív.

 

Vit eiga at taka ábyrgd fyri egnum lívi og minna okkum á Guðs orð í einum dagligum samanhangi. Lat okkum tí standa fast við Guðs orð og vaksa!

 

Skrivað hevur Martin Mohr í Grund

Sí fleiri greinar