Hvar finni eg Gud?
Sonja I. Jacobsen, 22.11.2016

Seinastu tíðina havi eg havt møguleikan at ganga nógv runt á gøtunum í Jerusalem. Hetta er ein sannur framíhjárættur.


Tá ið eg havið gingið, havi eg lagt til merkis nógvar pílagrímar og ferðafólk av ymsum slag. Tað sæst í eygunum á fólki, at tey uppliva nakað serligt, og tað er nakað, sum nemir við tey, tá ið tey ganga í hesum serliga býi. Summi nýta møguleikan at syngja lovsang á gøtuni, onnur biðja á serligum bíbilskum støðum, summi vilja nerta við tey støð, ið sigast at vera har, ið Jesus hevur verið.

 

Tann eina dagin, tá ið eg fór niðan á Oljufjallið og hugdi yvir Jerusalem, sá eg rundanum meg fólk frá ymsum upprunað. Tað blivu tiknar myndir, summi bóðu, og ferðaleiðarar greiddu frá øllum teimum søguligu støðum, ið sóust frá fjallatoppinum.


Hetta er ein serligur býur. Hetta er býurin, har templið stóð, ið var búðstaðurin hjá Gudi, áðrenn Hann tók bústað í okkum. Staðurin, ið Jesus doyði á og tók burt alla okkara synd. Eisini er hetta staðurin, har Heilagi Andin kom til jarðar, sum vit øll hava fingið atgongd til við trúgv. Ein kundi sagt, at hetta er staðurin, ið tað Himmalska møtir tí jarðiska.

 

Vit vilja, sum trúgvandi, kenna Skaparan og endamálið, vit sum einstaklingar, og menniskju sum heild, hava á jørð.


Tá eg sá øll hesi fólk og hugsaði um øll tey túsund fólkini, ið koma til Jerusalem hvørt ár, tí tey ynskja at fáa eina andaliga uppliving, kom eitt orð til mín:
Luk. 17
20. Táið Hann av Farisearunum varð spurdur, nær ríki Guds fór at koma, svaraði Hann teimum: "Ríki Guds kemur ikki á tann hátt, at tað sæst við eygunum.
21. Heldur ikki fer at verða sagt: "Hygg, her er tað!" ella: "Hygg, har er tað!" Tí ríki Guds er innan í tykkum."

 

Jødarnir í Jesusar tíð, eins og í dag, bíðaðu eftir og væntaðu ríki Guds, men teirra ímynd av, hvussu ríki Guds skuldi koma, gjørdi, at teir ikki sóu tað, tá tað kom.


Vit kunnu uppliva nógv andaliga gott við at vitja bíbilsk og andalig støð, so sum samkomur, kirkjur og annað. Á hesum andaligu støðum kunnu vit kenna Guds nærveru og læra nógv um ríki Guds. Um tú tó ynskir persónliga at kenna ríki Guds, so mást tú koma at kenna tann Andan, ið bleiv settur í teg, tá tú bleivst frelst/ur. Vit kunnu enntá renna frá møtirøð til aðra, men um vit ikki brúka tíð upp á Heilaga Andan, sum býr í okkum, so koma vit ikki nærri ríki Guds.

 

Lat okkum søkja eftir tí Guds ríki, ið býr í okkum við Heilaga Andanum og liva tað út í okkara dagliga lívi. Brúka tíð í loynikamarinum í bøn og lesnaði.

Lat tó ikki trúnna verða nakað, ið vit goyma í loynikamarinum, tí trúgv uttan gerningar, er deyð trúgv.

Lat tað síggjast líka klárt í okkara sál og likam, hvat býr í okkara anda, og lat ríki Guds lýsa upp, har tú ert.

Halt áfram at koma til tey støð, ið menniskju møtast um Jesus, men gloym ikki at brúka tíð í loynikamarinum, at koma at kenna Heilaga Andan, sum býr í tær!

 

Skrivað hevur Bjørgfinnur Heinesen

 

Sí fleiri greinar