Menniskju sum eg og tú
Sonja I. Jacobsen, 22.11.2016

Guð talar í dag og letur seg síggja gjøgnum tann, sum er sinnaður at søkja Hann og vera lýðin, tá ið Hann talar.

 

Elias var maður undir somu korum sum vit, men tá ið hann bað, helt Gud regnið aftur í samfull trý ár. 

 

Hettar, at Gud brúkar menniskju, sum eru undir somu korum sum eg og tú, kom týðiliga til sjóndar á møtinum sunnumorgunin, tá ið fólk úr samkomuni luttóku við vitnisburði og uppmundtrandi orðum. Gjøgnum sjúku, troyttleika og so gerandslig ting sum arbeiði okkara, virkar Gud og talar styrkjandi orð, bæði til okkum og til onnur menniskju.

 

Niels Jacob av Sandoynni legði út við einum persónligum vitnisburði um, tá ið hann misti heilsuna. At blíva sjúkur er hart fyri eitthvørt menniskja, og hevur man hug at seta spurnartekin við, hví hettar hendir júst tær. Men eftir einari tíð talaði Harrin við hann og segði soleiðis: “ tú vart sendur niður sjúkur at vitna fyri danskarum”.

 

Tað, sum tyktist so svárt og vónleyst, vendi Gud til lív og vón fyri onnur menniskju – bæði starvsfólk á hospitalinum og øðrum sjúkum, sum vóru í somu støðu sum hann.

 

Durita Mikkelsen av Strondum greiddi frá, hvussu Gud hevði lyft hana upp, tá ið hon var farin í bíbliuna at lesa. Sum vit øll til tíðir kunnu kenna okkum, so kendi hon seg ómetaliga troytta og útkoyrda. Meðan hon las, varð hon beind á eitt vers, sum hon kendi var inn í hennara støðu, og valdi hon at taka tað til sín. Seinni, tá ið hon var liðug at lesa, staðfesti Gud orðið, sum hon hevði fingið á ein undurfullan hátt.

 

Esai 40, 31 - Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna - og møðast ikki, tey ganga - og lúgvast ikki!

 

Sunniva Højgaard, búsitandi í Rituvík, eggjaði til at traðka út í tað, sum Gud hevur fyri okkum. Undanførslurnar eru oftani so nógvar, og halda vit, at onnur eru betur skikkaði, enn vit sjálvi eru. Tó so vita vit helst, at innast inni snýr tað seg um at traðka út og gera upp við tað makliga lívið, sum okkum dáma so væl.  

 

Josva 1, 9 – Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera."

 

Til seinast eyggjaði Dánjal Gaardlykke til at uppfylla missiónsboðið. Dánjal skipar fyri missiónstúri til Filipsoyggjarnar og Kina komandi summar og bjóðar teimum við, sum hava hug at uppfylla missiónsboðið.

Á Filipsoyggjunum vera Bent Leo og Kristine Jarnskor vertir og skipa fyri gisting og leggja vitjanirnar til rættir. Áhugaði at sleppa við hendan túrin kunnu venda sær til Dánjal Gardlykke ella Kristine og Bent Leo Jarnskor.

 

Møtið kann síggjast við at trýsta á HER

 

Skrivað hevur Øyvind Bjerkenes

Sí fleiri greinar