Keldan fær hjálparpastor
Sonja I. Jacobsen, 17.11.2016

Frá 1. januar 2017 er Búgvi Olsen settur í fulltíðarstarv sum hjálparpastorur í Kelduni.

 

Búgvi hevur búð í Uppsala í Svøríki síðani á heysti í 2007. Fyrstu tvey árini gekk hann á bíbliuskúla á Livets Ord, og í 2014 bleiv hann Bachelor í gudfrøði á Livets Ord Teologiska Seminarium í Uppsala. Útbúgvingin varð tikin í samstarvi við Oral Roberts University, Tulsa, Oklahoma í USA.

Í mai komandi ár verður hann liðugur við sína master útbúgving í gudfrøði. Hesa útbúgving tekur hann gjøgnum fjarðlestur á Oral Roberts University. Síðani á heysti 2014 hevur Búgvi við síðuna av lestrinum starvast sum samskipari í samkomuni Livets Ord.

 

Búgvi er giftur við Biritu (fødd Joensen), og saman eiga tey døturnar Anniku og Linnéu.

 

Birita flutti til Uppsala beint eftir, at tey vóru gift í august 2012. Hon gekk eitt og eitt hálvt ár á bíbliuskúla, og aftaná tað hevur hon verið virkin í Livets Ord í ymsum tænastum, umframt at hon hevur arbeitt sum kondittari á einum kondittaríið í Uppsala. Seinastu tvey árini hevur hon verið heima hjá døtrunum.

 

Við í ungdómsleiðslu

Seinastu trý árini hava Búgvi og Birita verið partur av høvuðsleiðsluni fyri ungdómsarbeiðið á Livets Ord. Tey hava eisini verið á fleiri missiónstúrum, millum annað í Russlandi, India, Vietnam og Singapore, har tey hava upplivað, hvat Gud ger ymsa staðni í heiminum.

 

Eftir at hava verið í ávikavist fýra og nýggju ár í Svøríki, kenna tey nú, at tíðin er komin at flyta heimaftur til Føroya.

 

”Hetta hevur verið ein trupul avgerð at tikið,” siga tey. Tey greiða frá, at tíðliga í ár stóðu tey við eitt vegamót, har tey skuldu taka avgerð, um tey skuldu sláa røturnar fastar í Uppsala og verða har í nógv ár framyvir ella flyta heim. Tey kendu tað, sum at onnur helvtin av hjartanum var í Føroyum og Kelduni, meðan hin helvtin var í Uppsala og Livets Ord.

 

”Eftir nógvar tankar, nógva bøn og nógv tár, eru vit blivin sannførd um, at tíðin til at flyta heim er tann rætta, og vit uppliva sterkt, hvussu Harrin leiðir okkum heim aftur at tæna í Kelduni”, siga  tey.

 

Búgvi byrjar í fulltíðarstarvi í Kelduni frá 1. januar 2017, meðan Birita ta fyrstu tíðina fer at vera heima við døtrunum.

Sí fleiri greinar