Hvør er keldan í tínum lívi?
Sonja I. Jacobsen, 08.11.2016

Vit menniskju leita eftir meining og nøgdsemi í lívinum. Í hesi leitanini eru tað sera nógv – eisini í Føroyum í dag - sum finna frið, styrki og harmoni við ”joga og mindfulness.” Nú er tað enntá so lætt, at tað ber til at fáa sær eina app um ”Mindfulness,” ið kann hjálpa tær at meditera. Viðurkenda blaðið Kvinna viðmælir hesa appina og kemur við eini vegleiðing um, hvussu tú kanst gera hetta sum part av tínum daglidegi fyri at njóta, fylla á og fáa yvirskot.

 

Eg undrist og spyrji, er hetta keldan, sum vit skulu heinta okkara styrki frá? Er hetta keldan, sum fleirtalið heldur er í lagi at viðmæla í okkara landi. Joga og mindfulness stava jú frá teimum eysturlendsku religiónunum, hinduismu og buddismu. Men tað verður ikki tosað so hart um tað, hetta er jú bert eitt amboð til at slappa av og fáa tað betri. Als ikki religiøst, verður sagt. Er hetta eitt nýtt rák? Nakað, sum skal fylla eitt tómrúm, sum vit øll hava? Eru vit ávegis at kasta tey kristnu virðini fyri borð, fyri síðani at taka onnur inn?? Ella blanda vit bara alt saman?

 

Í mínum uppvøkstri minnist eg pápa mín um morgunin, tá eg kom upp. Hann fór altíð fyrr upp, sat við Bíbliuni og las og mediteraði yvir Guds orð. Tað var her, hann søkti friðin, fekk íblástur og styrki til dagin. Sjálv havi eg tikið hendan táttin upp eftir hann, og eru hetta løtur, sum eg ikki hevði vilja verið fyri uttan. Nú veit eg, at tað er ymiskt, nær trúgvandi velja sínar løtur saman við Harranum í bøn og bíbliulesnaði um dagin, men um vit ikki hava hesar løturnar, har vit fylla á okkara andaliga lív, ja, so kennist tað tómligt, og vit hava ein tosta. Hetta er jú lívið saman við Jesusi.

 

Í Jóhs. 7: 37b-38 stendur hetta:

Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki! Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis, sum skriftin hevur sagt, renna løkir við livandi vatni.

 

Tey, sum ikki eru von við at søkja Harran og leita sær ráð hjá Honum, hava eisini ein tosta eftir onkrum, – eina tráan eftir friði og harmoni í einum heimi, har ófriður og strongd valdar.

 

Vit eru skapað til samfelag við Gud. Tað er bara Hann, sum kann geva okkum veruligt nøgdsemi, sum kann sløkkja okkara tosta og fylla okkum við friði. Tá vit drekka av Jesusi, sum er keldan, fáa vit styrki, gleði og nøgdsemi. Ikki bert til okkum sjálv, men vit fáa eisini yvirskot til onnur.

 

Eitt gamalt kór, sum vit ofta sungu fyrr, ljóðar soleiðis:

”Tað er ein kelda, sum fløðir omanífrá,

tað er eitt náðihav, sum er fylt av Guds kærleika.

Kom til ta keldu og fá tær lívsins vatn.

Tað er ein kelda, sum aldri rennur tóm.”

 

Tað er fantastiskt at kunna drekka av hesi ótømandi keldu, sum er Jesus. Hann, sum fyllir alt í øllum og sum gevur lívinum meining.

 

Hvør er keldan í tínum lívi?

 

Skrivað hevur Jastrid Høj

 

Sí fleiri greinar