Lærisveinaskapur sambært Jesusi
Sonja I. Jacobsen, 26.10.2016

Talari: Ragnhard Petersen

 

Mat.28:19-20a

“Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, v20 og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum.”

 

Tá eg skrivaði uppgávuna, tá eg las til gudfrøðing, gjørdi eg fleiri samrøður við ymisk, og var hetta tað, sum teir valdu sum tann mest tíðandi tekstin.

 

Alt snýr seg um henda tekstin.

 

Hví sigur Jesus tað við lærisveinarar?

Teksturin hevur hvørki evangelisering ella prædiku. Enn meiri yvirskipað ella grundleggjandi.

Tað snýr seg í grundini um, at lærusveinarnir skulu koma at líkjast Jesusi meiri og meiri.

Guds ætlan um at frelsa allan heimin skal eydnast, ynskir Gud.

 

Hvat er ein Jesu lærusveinur?

Mat 4: 19

“v19 Og hann sigur við teir: «Fylgið mær eftir, so vil eg gera tykkum til mannafiskarar!”

 

1.Sannføring
Ein lærusveinur kennir og fylgir Kristusi (høvd)

Ein radikal broyting krevst hjá menniskjanum.

 

2. Umbroyting
Tit sleppa ikki at vera, sum tit eru. Eg fari at broyta tykkum. Tit eru ikki sum eg, men tit fara at líkjast mær. Ein lærusveinur verður broyttur av Kristusi (hjarta).

 

3. Mannafiskarar
Ein lærusveinur er pliktaður til missión Krists (hendur).

“Læra at halda alt tað, eg havi boðið tykkum.”

Bíða líka Jesus…hvat meinar tú við? Kanst tú ikki greiða okkum nærri frá tí.

“Læra at halda” er ikki bara at læra.

 

Lídni

Tú mást skilja nakað, liva eftir tí, og harvið búnast tú sum lærusveinur.

Hvat halda tit Jesus brúkti mest tíð uppá?

Hann nýtti nógv mest tíð at vera saman við teimum 12 monnunum.

Tú skalt broyta allan heimin, og tú hevur 3 ár. Hví nýtir Jesus so nógva tíð saman við lærusveinunum.

Missiónin mátti berast víðari í lærusveinunum, eftir at Jesus var farin til Himmals.

 

1.     Relationelt umhvørvi

Kjarna í lærusveinavenjing - at vera saman við Jesusi.

Persónlig ábyrging (í smáum bólkum).

Jesus segði “Fylgi mær.” At vera saman við. Brúka tíð saman við Jesusi. Fáa Jesus inn undir húðina.

Eg merki ikki hvat gongur fyri seg hjá tykkum beint nú. Ein noyðist at koma tættari inn at fólkunum. Mananmúgvan segði ein dag Hosianna og ein annan dag Krossfest.

Paulus tosaði um, at einir 500 brøður sóu Jesus fara til Himmals. Vøksturin fyrstu árini var eksplosivur.

 

2.     Endurskapandi tilgongd

1. Eg geri, tú eygleiðir: Jesus livandi fyrimynd

2. Eg geri, tú hjálpir: Jesus provokerandi venjari

3. Tú gert, eg hjálpi: Jesus stuðlandi venjari

4. Tú gert, eg eygleiði: Jesus gevur stafett víðari

 

Ein granskari sigur, at tað eru fleiri bólkingar.

1.     Fjøldin

2.     Teir 12

3.     Teir 3-4

 

Opinleikin veksur, so hvørt sum persónarnir fækkast.

Nútíðar gransking

Læring sum ástøði.

1.     Floksundirvísing

2.     Lærlingaskipan

3.     Umhvørvi

 

Familjan,  foreldur-børn, foreldrini eru har. Tað er ikki skipað undirvísing, men barnið lærir tó at tosa.

Vit læra best, tá hesir mátar samvirka.

Jesus prædikaði fyri mannamúgvunum og fyri teimum 12 og var saman við teimum.

 

Dømi: Real Life ministries

2 pør úr Usa byrjaðu í 1999 at biðja um, at Gud skúldi brúka tey til nakað stórt. Lærisveinaskapur var kjarnin í teirra undirvísing. 10 ár seinni vóru tey blivin 8500. Ígjøgnum lærusveinavenjingina hevur Gud givið teimum nógvar nýggjar leiðarar, trúboðarar og onnur, og henda kirkja sendir í dag nógv fólk út at planta nýggjar kirkjur bæði í USA og aðrastaðni í heiminum.

 

KFS arbeiðir á miðnám, og lærusveinaskapur liggur okkum nógv á hjarta. Vit læra KFS-leiðarar at gerast sunnir og sterkir lærusveinar, ið gera mun bæði í samkomum, skúlum og samfelagi annars.

Biðið fyri skúlunum og næmingunum.

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Djóni á Boðanesi

Sí fleiri greinar