Gud kallar okkum úr reiðrinum
Sonja I. Jacobsen, 25.10.2016

Fyri nógvum árum síðani hoyrdi eg eina prædiku um ørnamammuna, sum lærdi ungan hjá sær at flúgva.


Tá ørnamamman heldur, at ungin, sum liggur í bleytum dúni, er nóg vaksin at læra at flúgva, tekur hon dúnið úr reiðrinum, so at ungin ikki longur hevur tað so bleytt og gott. Síðani roynir hon at skumpa ungan úr reiðrinum fyri at fáa hann at brúka veingirnar, sum hann hevur, men ongantíð hevur brúkt. Tað kann vera, at ungin bara klárar at flaksa eitt lítið sindur og síðani heldur uppat. Tá er ørnamamman har, flýgur undir ungan og lyftir hann á sínar sterku veingir til reiðrið aftur. Eftir nakrar slíkar royndir, lærir ungin at flúgva og verður tilvitandi um, at hann kann fara langan veg við sínum veingjum.


 

5. Mós.32:11 Sum ørnin vekur reiður sítt og sveimar yvir ungum sínum, soleiðis breiddi Hann út veingir Sínar, tók hann upp og bar hann á flogfjaðrum Sínum.


Gud er eins og henda ørnamamman. Hann vil hava okkum at gerast andalig vaksin og ikki bara ungar, sum liggja og njóta lívið í reiðrinum. Summar tíðir brúkar Hann avbjóðandi umstøður fyri at fáa okkum at vaksa andaliga, so at vit kunnu brúka allan tann andaliga førleikan, sum vit hava fingið, tá vit tóku ímóti Honum.


Í Lukasi 5 stendur um Pætur, sum hevði fiskað eina heila nátt, men einki fingið. Jesus stendur og prædikar úr einum báti fyri einari mannamúgvu, meðan Pætur skolar gørnini. Síðani brýtur Jesus taluna av og biður Pætur um at seta gørnini út. Pætur sigur tá, eftir at hava mist alla vón, við Jesus: Eftir orði Tínum skal eg seta út gørnini.

 

Pætur kemur her í eina trupla støðu. Hansara verk góvu einki útslit. Men hann velur at stóla uppá Jesusar orð. Hann fer í øðrum orðum úr reiðrinum og byrjar at flúgva. Jú, mín sann, hann upplivdi eitt undur. Hann fekk so nógvan fisk, at nótin skrædnaði, at teir, sum í bátinum vóru, máttu rópa eftir einum øðrum báti. Bátarnir vóru so fullir av fiski, at teir mundu sokkið. Pætur fekk her eitt nýtt álit á Jesus. Menninir í bátinum fóru frá øllum og fylgdu Jesusi.

 

Næstu ferð tú kemur í eina trupla støðu, so gevur Gud tær ein møguleika, eins og Pætur, til at fara út um tína tryggu umstøðu. Stóla upp á Hansara Orð og prísa Honum fyri tað, Hann ætlar at gera í tínum lívi.

 

Gud sleppur okkum ikki, Hansara ørnaeygu fylgja við okkum, so vit kunnu blíva til tað, Hann skapti okkum til.

 

Skrivað hevur Lissi Hansen

Sí fleiri greinar