Vit vunnu gullmedaljuna
Sonja I. Jacobsen, 07.10.2016

Tað var ein langur og harður dystur. Mótstøðan var hørð. Mótstøðuliðið brúkti síni skitnastu triks, koyrdu á okkum og óttaðust ikki fyri at trýsta okkum niður.

 

Skarin, ið heppaði mótsðuliðið, var stórur. Míni viðhaldsfólk hoyrdust ikki aftur í fjøldini. Tey vóru so fá, at tað var pínligt og nærmast eyðmíkjandi at halda við mínum liði.

 

Men vit kempaðu stillisliga. Valdu at hava breiðan rygg, hóast tað var hart - vit vildu spæla erliga og við heiðuri.

 

Endin á dystinum var nær, mítt lið var knúst niður. Har var onki eftir í okkum. Frøin á mótstøðuliðinum gjørdist størri og størri, sum dysturin leið. Har var gleði og rómur.

 

Tá tað leið heilt til endan, og bert fá sekund vóru eftir, og alt sá svartast út, hendi nakað. Mítt lið reisti seg upp. Sum ein bjørn úr vetrardvala. Ongin trúði sínum egnu eygum. Mítt lið bardi seg fram og endaði við einum stórsigri, sum ongin beint frammanundan hevði væntað at sæð. Vit vunnu gullmedaljuna!

 

Sannleikin er tann, at í veruleikanum spældi eg ikki við í hesum dysti. Eg var ov veik, hevði ikki tað, ið skuldi til, fyri at spæla ein slíkan dyst. Var ikki kvalifiserað.

 

Í veruleikanum var hetta heldur ikki nakar fótbóltsdystur. Nei, hatta var ein mynd upp á dystin um mítt lív, mína sál. Eg var ikki kvalifiserað til at spæla dystin. Bert ein var. Og hann bjóðaði seg til at taka dystin fyri meg.

 

Heimurin og menniskjan varð skapað fullkomið saman við Gudi, men tá ið syndin kom inn, stóð heimurin, menniskjan, eg, tú fyri fríum falli. Falli í avgrundina. Men Jesus varð sendur til at taka stríðið og syndina á seg. Hann mátti pínast og doyggja fyri síðani at vinna sigur á syndini. Hann gjørdi tað av kærleika til okkara. Hann vann, og tí kunnu vit gerast vinnarar. Vegna hansara sigur, kunnu vit bera hesa sigursmedalju, vera á Hansara liði og eiga sigurlønina í Himli.

 

Esaias 53:3-5

Vanvirdur var Hann - fólk vendi sær frá Honum - maður, fullur av pínum og kunnigur við sjúku; Hann var sum ein, ið fólk fjalir andlitið fyri, vanvirdur, vit roknaðu Hann fyri einki.

Men tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar, tað vóru pínur okkara, ið Hann legði á Seg - og vit hildu Hann vera heimsøktan, slignan og plágaðan av Gudi.

Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.

 

Jóhannes 3:16-17

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.

 

Kolossebrævið 2:13-15
Eisini tykkum, sum vóru deyð í syndum tykkara og óumskorna standi tykkara - holdinum - gjørdi Hann livandi við Honum. Hann fyrigav okkum øll misbrot okkara
og útstrikaði skuldarbrævið móti okkum, sum við boðum sínum gekk okkum ímóti; Hann tók tað burt við at negla tað á krossin.
Hann avvápnaði tignirnar og valdini og gjørdi tey til skammar fyri eygum alra, táið Hann á krossinum vísti Seg sum sigurharra yvir teimum.
 

Skrivað hevur Sonja Ingolfsdóttir Jacobsen

Sí fleiri greinar