Møtirøð við David Abbott
Sonja I. Jacobsen, 19.09.2016

Talari: David Abbott

Forbiðarar sóu appelsingula lava koma úr jørðini, ið skein bjart yvir stórt øki.

Vulkan kom upp úr jørðini.

Vanliga gerst eitt eldgos til stóra oyðing.

Hetta vikuskiftið hava vit sæð stórt øki vorðið upplýst.

Tá vit í gjár upplivdu, at síðsta møtið í barnaskeiðinum bleiv við og við.

Nærvera Guds var yvir børnunum.

Tá eg segði Amen, hildu børnini áfram at standa í Guds nærveru.

Fleiri av teimum vaksnu, ið vóru við hetta vikuskiftið, grótu, tí blivu so rørd.

Hetta er hjarta í børnum tykkara.

 

Tey eru 7-13 ár, tey eru ikki einglar enn. Tey hava enn somu avbjóðingar.

Viðurkenn mistøk, umfevn børnini og halt áfram.

Tríggir dreingir fingu kunnskapararorð um, at Guds kraft fer at vaksa og koma sum eitt eldgos.

Tú verður merktur av Guds anda. Onnur fara at síggja hetta ljós. Tað, sum er lítið nú, fer at økjast.

 

David sigur við ein drong: Eg havi eisini nakað serligt til tín. Henda pakka skal tú opna, har skalt tú síggja nógv ymisk ting, og øll hesi ting eru til tín. Øll hesi ting eru salvilsir til ymiskar tíðir. Eg komi at hjálpa tær at opna pakkan.

Tit koma at nýta hesar gávur við kraft.

Bøn til Gud um at mótstøðumaðurin ikki fer at megna at taka hetta frá tykkum.

Hetta er til okkum øll. Gud ger ikki mannamun.

Samanumtøkan hetta vikuskifti er byrjanin til nakað nýtt í lívi tykkara.

 

1. Kong. 18.21

Har steig Elias fram fyri alt fólkið og segði: "Hvussu leingi ætla tit at halta til báðar síður? Er HARRIN Gud, so haldið tykkum til Hansara, og er Ba’al Gud, so haldið tykkum til hansara!" - Fólkið ønti honum ikki aftur.
 

Tey valdu onki. Tað er syrgiliga støðan í heiminum í dag.

Um tú hevur hjarta fyri Gudi, so fylg honum.

Ver ikki lunkaður, so tú onki velur.

Tit ungu hava tikið avgerð um at velja Gud og liva fyri hann av heilum hjarta.

Menniskju vilja ofta helst goyma seg í fjøldini.

Harrin reisir upp ung menniskju, ið vilja verða sædd fyri tað, sum tey trúgva uppá.

Gud hevur  gjørt tykkum til part av hesari stóru fjøld, ið verður reist upp.

Tað ger eisini, at djevulin ikki hóvar hetta, og tí fer hann at leypa á.

Vit vaksnu mugu standa ring um og verja tey ungu. Tey ungu kenna kanska ikki altíð, hvat er um at henda.

Vit øll mugu vera partur av hesum.

Verið tit sum vaksin errin av børnunum, at tey kunnu standa upp á henda hátt.

Ikki øvunda teimum tað. Teimum tørvar, at vit eru errin av teimum og stuðla teimum.

Eg ynski altíð, at tey ungu skulu fáa meiri salvilsi enn eg. Og taka tað enn longur, enn eg kann.

Vit mugu hava sama hjarta.

Ansið eftir, tí djevulin gongur runt og leitar eftir onkrum at gloypa.

 

Styrkiroyndin á karmelsfjalli.

Gud gjørdi nógv meir enn biðið varð um.

Alt brendist á altarinum. Gud hevði prógvað, at Hann var veruligur.

Elias fær kraft frá Gudi at renna skjótari enn hestavognurin hjá Ákabi.

Djevulin fer at royna at oyðileggja tað, sum tit hava fingið.

Verið ikki bangin, tí kraftin, sum Gud nýtti á Karmelsfjalli, býr nú eisini í tykkum.

Eitt undur var júst hent, men Elias var hóast hetta bangin og rann langa leið undan Jezabel.

Bíblian ger greitt, at Gud var við Eliasi, sjálvt tá hann flýggjaði.

Vit gera kanska onkrar feilir við hvørt, men Gud fer ikki frá tykkum.

Gud fór ikki frá Eliasi.

 

Tey í heiminum siga ofta, eingin Gud er til, men tá vanlukkur henda, geva tey ofta honum skyldina, og spyrja hví hann loyvir vanlukkum at henda.

 

Elias helt tað bara vera best at doyggja áðrenn Jezabel fann hann.

Elias kom út úr holuni, og Gud kom framvið. Tá Gud fór framvið, var nógvur vindur og omanlop. Men Gud var ikki í vindinum, ei heldur í eldgosinum. Men hann var ein still rødd, ið spurdi Elias, hvat hann gjørdi. Gud bað Elias fara aftur til ta uppgávuna, sum hann hevði fingið frá Gudi.

 

Tá vit koma inn í eina nýggja viku, fer djevulin at leypa á. Tá tað hendir, minst so til kraft Guds, sum tit hava merkt hetta vikuskiftið.

Lurtið eftir Guds stillu rødd, sum fer at tala til okkara.

 

Gud hevur stór verk til tykkun at útinna. Hann fer at vera við tykkum, eins og hann hevur verið hetta vikuskiftið.

 

Børn og tit ungdómar, tað er týdningarmikið, at tit halda tykkum nær til Harran.

 

Og tit vaksnu, biðið fyri teimum.

 

Myndir síggjast HER

                                                                               

Sí fleiri greinar