Eitt lukkuligt lív
Sonja I. Jacobsen, 27.09.2016

Lat meg líka nevna, at tað er ein undarlig kensla at eldast - í heila tiki er lívið ein merkiligur innrættningur. Onkur heldur, at tað ikki kann vera nakar annar enn Guð í Himlinum, ið hevur uppfunnið tað.

 

Tað var ein guðsmaður, sum í síni tíð helt fyri um eitt lukkuligt lív - kann man vera tað?  Kann nakað vera lukkuligt, sum endar so ivasamt. Ja, helt hann víðari fyri; til ein so gátufullan innrætning, sum menniskjalívið, hoyrir hóast alt, at tað kann livast lukkuligt. Tað er eitt lív, sum er livað í samanhangi. Tað liggur djúpt í okkum menniskjum, at tað skal vera ein samanhangur. Kunnu vit t.d. ikki finna ein samanhang, skrúva vit fyri lurtitólinum, tá hvørki høvur ella hali er í tí, vit hoyra. Slíkt ger okkum fremmand fyri tíðini, vit eru havnað í.

 

Ja, men eitt lukkuligt lív, livað í samanhangi, er tað møguligt? Er tilvera okkara ikki uppá forhond sligin í stumpar og stykkir, at tað er vónleyst? Jú, fyri ta mannaætt, vit tilhoyra, sum er vorðin skild frá skapara sínum. Tað er ólukkan. Tilveran er frammanundan dømd til at fara í stumpar og stykkir - og ringast verður til seinast, tá ið vit ikki skulu vera her meira. Deyðin er meiningsloysi uttan samanhang, møguleikin fyri tí lukkuliga lívinum er farin, allar broytingar óhugsandi, eins og tær vóru hjá Bíbilins ríkamanni, har frá hann var endaður. Ævinleikin er hendur einum, tað vit kallaðu tíð, fyri ikki at tala um náðitíð er ikki meira.

 

Kundi ikki droymt um, tíðansheldur vágað mær at úttala meg um eitt lukkuligt lív, um eg ikki visti og kendi til Guds inntriv í søgu mannaættarinar fyri uml. tvey túsind árum síðan. Og harvið gjørdur varur við og upplivað ávirkanina av sama ítrivi í lívi hins einstaka menniskja í dag, sum upprættar ein og hvønn skeiklaðan samanhang okkara. Í mun til ætlan Guðs var samanhangur og javnvág, nú áleina orsakað offrið av krossdeyða Jesusar.

 

Hvat er tað, sum ger Jesus Kristus óforgloymandi? Jú, hann er tað einasta menniskjað her á jørð, ið hevur livað eitt menniskjalív í tí fullkomna samanhangi. Í lívi hansara var reyði tráðurin kærleiki til oss brøður og systrar hansara, sum vóru vorðin atskild frá Guði og skapara okkara. Frá honum kom hann við boðum til okkara, og til hansara fór hann við boðum frá okkum gjøgnum deyðan. Hoyrdi ein einaferð siga: Fyri fyrstu ferð hevur deyðin eina meining, og er hann í samanhang við lívið og gjørdist sigurharrin yvir synd, andaligum fátakradømi og myrkusins harra.

 

 

Tá ið man einaferð hevur sæð henda samanhang, um hann, sum kom frá Guði, gekk undir kor okkara, syndins og deyðans, doyði og uppstóð og fór heim til himmals, kann man ikki koma frá tí uttan at takka og prísa honum í trúgv -  annars fara fortaptur við fyrigivnari synd.

                      

Jóhannes M. Olsen

Sí fleiri greinar