Ikki líkamikið
Sonja I. Jacobsen, 13.09.2016

Tað eru tíðir, har vit mugu steðga á, rannsaka og spyrja okkum sjálv; Harri, eri eg í tíni ætlan, behagar mítt lív teg, og er tað ein tráan eftir at fylgjast við Tær?

 

Vit eru kallað at brenna við Hansara dýrdleika, líkasum Móses, Jóhannes, Paulus og fleiri túsindtals vitni upp ígjøgnum tíðirnar. Men tað inniber, at vit mugu skilja okkum frá hesum heimi og frá teimum tráanum, sum hesin heimur hevur. Vit eru kallað at liva sum pílagrímar og fremmand í hesi verð. Okkara hægsta ynski eigur at vera at elska Harran og fylgja Hansara orði. Tá vil eldur Guðs brenna í tær!

 

Royna vit at liva í útkantinum av tilbiðjan og brúka lítla tíð saman við Harranum, ella vilja vit miðja eftir at vera so tætt við Harran sum tilber.

Eru vit eitt ættarlið, sum m.a. líkist Josva og Timeteus! Um vit ynskja at fylgjast við Harranum og liva í reinleika, so kann Guð salva okkum, so heimurin ikki fær vald á okkum. Lat tað vera okkara tráan.

 

Tann besta tíðin liggur fyri framman. Guð hevur útvalt sær eitt fólk; sum vil lurta eftir sær og vil liva heilagt fyri Guði. At synd er synd, at vit halda uppat at liva sum hesin heimur, men verða sædd sum livandi vitnir um Harrans góðsku, at vit eru frelst av náði, ikki við egnari kraft. Og at hesa kraft Guðs til frelsu kunnu øll koma at uppliva.

 

Kallaði at verða boðberar ídag. Er tangin tómur nærum alla tíð, so hevur tú einki at geva.  Mong eru vorðin “disconnectað” við Harran. Møguliga av synd, ið er komin inn av ymsum slag. Ikki steingja Guð úti. Hann vil hjálpa tær, Hann ynskir, at tú vendir tær til Hansara líkamikið tína støðu. Guð er ikki óður við teg; ætlar tær ikki dóm og deyða. Men vil lyfta teg og vísa tær sínar keldur og æviga ríkidømi.

 

Orðið sigur í Jóhannes 8,36. Fær tí Sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir.

 

Trýrt tú hesum, er tíðin komin, at tú broytir kós, vendir við og fært samfelagið við Hann upprættað aftur ella byrja fyri fyrstu ferð. Tú kann gera tað, har tú ert. Tað er ikki ov seint ella ómøguligt. Guð bíðar.

 

Skrivað hevur Leif Høj

Sí fleiri greinar