Hugsanir hava avleiðingar
Sonja I. Jacobsen, 11.09.2016

Á møtinum sunnudagin 4. september talaði Rúni Rasmussen um heimsáskoðanir, og hvønn týdning tær hava fyri okkara gerðir.

 

”Tað hevur týdning, hvussu tú hugsar, tí góðar hugsanir hava góðar avleiðingar og ringar hugsanir hava ringar avleiðingar,” segði hann.

 

Hann nevndi dømi um 20. øld, har ymiskar gudleysar ideologiir hava úthelt ófatiliga mongd av blóði, og sambært ST so verður mett at 40 mió. fostur verða týnd í móðurlívi á hvørjum ári.

 

”Aftanfyri hesar illgerðir liggja destruktivir tankar og oyðileggjandi heimsáskoðanir,” segði Rúni Rasmussen.

 

Jesus okkara fyrimynd

Tá talan er um góðar hugsanir er Jesus okkara fremsta fyrimynd við sínum lívi og ávirkan.

 

”Fólkaræði, sum okkara samfelag byggir á, hevur eisini ein sterkan kristnan arv, har bygt verður á fatanina, at øll menniskju hava virði (eisini tey sum hava menningartarn og aðrar avmarkingar),” segði Rúni.

 

Hann nevndi eisini hjálpararbeiði og stríðið ímóti trælahaldi sum dømi um átøk ið byggja á kristnu heimsáskoðanina, har øll menniskju hava sama virði.

 

”Havnamaðurin Daniel Jacob Danielsen (Dollin) broytti heimssøguna fyrst í 20. øld, við at avdúka ræðuleikar í Kongo. Hann var við til at bjarga menniskjum í túsundatali, grundað á sína kristnu heimsáskoðan.”

 

Tín heimsáskoðan eru tínar brillur

”Tá eg síggi heimin ígjøgnum einar sólbrillur, so síggi eg alt myrkt,” segði Rúni og setti einar sólbryllur á nøsina.

 

”Soleiðis ávirkar okkara heimsáskoðan eisini tað sum vit síggja,” segði hann.

 

Rúni nevndi, at fyri nøkrum árum síðani varð ein ráðstevna hildin í Norðurlandahúsinum við evninum ”Er Gud deyður”? Hann endurgav brot úr tí sum tveir persónar við ymiskum heimsáskoðanum søgdu um tað evnið. Av tí at teir sóu tað ígjøgnum tvær heilt ymiskar brillur, so komu teir eisini til tvær heilt ymiskar niðurstøður. Eisini las Rúni viðtøkunum hjá Humanistafelag Føroya og samanbar tær við virðisgrundarlagið hjá Frískúlanum Kelduni.

 

Eisini í Bíbliuni síggja vit ymiskar heimsáskoðanir, sum bresta saman.

 

Í apostlasøguni 17, 16 – 18 stendur um Paulus, sum við síni kristnu heimsáskoðan møtti filosoffunum í Aten:

 

Meðan Paulus tá bíðaði eftir teimum í Aten, harmaðist andi hansara í honum, táið hann sá, at býurin var fullur av avgudum.

 

Hann talaði tí í sýnagoguni við Jødarnar og teir, sum dýrkaðu Gud, og á torginum hvønn dag við tey, sum hann hitti.

 

Eisini nakrir av hinum epikursku og stoisku vísdómslærarunum góvu seg í orðaskifti við hann; summir søgdu: "Hvat er tað, hatta møsnið sigur?" Men summir søgdu: "Hann tykist at vera ein, ið boðar útlendskar gudar!" - av tí at hann kunngjørdi evangeliið um Jesus og uppreisnina.

 

Grundleggjandi spurningar í kristnu heimsáskoðanini

Rúni Rasmussen segði, at kristna heimsáskoðanin kann býtast í tríggjar høvuðspartar:

1.     Skapan

2.     Fall

3.     Endurreisn.

 

”Vit trúgva, at Gud er upphavið til alt skapanarverkið, at syndafallið er orsøkin til tað ónda í heiminum, og at frelsan í Jesusi er loysnin fyri henda heimin,” segði hann.

 

”Í kristnu heimsáskoðanini er Gud í miðdeplinum. Í sekuleru/verðsligu heimsáskoðanini er menniskjað í miðdeplinum. Tað er grundleggjandi munurin millum hesar heimsáskoðanirnar,” segði hann.

 

”Vit teirri kristnu heimsáskoðanini skulu eg og tú broyta heimin. Vit skulu ikki bara líta á Jesus fyri at blíva frelst, men eisini liva fyri hann í øllum, sum vit gera,” segði Rúni.

 

10 týðandi tættir í kristnu heimsáskoðanini

· Gud hevur skapt heimin og menniskjað í bílæti Sínum

· Menniskjað er skapt at liva í relatión við Gud og at avmynda Guds dýrd

· Gud skapti menniskjað sum mann og kvinnu

· Menniskja hevur óavmarkað virði

· Gud kom til jarðar at frelsa og endurreisa menniskjað og skaparverkið

· Eitt hvørt menniskja kann hava relatión við Gud

· Bíblian er Guds orð

· Moralskar meginreglur eru givnar av Gudi, ikki skaptar av menniskjum

· Guds ríki skal mynda alt lívið og øll øki

· Guds náði til øll menniskju (common grace)

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Myndir frá sunnudegnum síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar