Lív títt hevur virði
Sonja I. Jacobsen, 30.08.2016

“Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg......” Jer. 1.5


Tú ert kanska ein av teimum, ið hugsar, hvat er meiningin við lívinum? Hvat geri eg her? Eg eri bert fødd/ur inn í hendan heim av tilvild! Foreldur míni ynsktu ikki at fáa meg. Eg var ein forðan fyri teirra sjálvrealisering. Tey høvdu havt tað nógv betri, um eg ongantíð varð fødd/ur.


Ella kanska ert tú borðin í heim av foreldrum, sum veruliga ynsktu at fáa teg. Tey taldu dagarnar í spenningi, til tú vart borðin í heim. Alt títt lív hevur verið fylt við kærleika, men sum tú eldist byrjaði lív títt at dala. Skuffilsir komu inn í títt lív, og spakuliga byrjaði tú at missa lívsgleðina og situr nú eftir við einum stórum tómrúmi í tínum hjarta.


Gud sær teg og allar tær kenslurnar, tú goymir innast inni í tínum hjartadýpi, har einki annað menniskja sær. Hann elskar teg av øllum hjarta og ynskir at loysa teg og seta teg í frælsi. Tá ið Hann skapti heimin, visti Hann júst nær tú skuldi verða borðin í heim. Hann hevur skapt teg í síni mynd og hevur eina serstaka ætlan við tær.


Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón. Jer. 29,11.


Tú hugsar kanska við tær sjálvum, eg eri ikki góð/ur nokk at taka ímóti Jesusi. Eg havi gjørt alt ov nógv skeivt her í lívinum. Eg eri einki verd/ur.


Sannleikin er tann, at eingin er góður nokk í sjálvum sær at sleppa til Himmals. Vit hava øll syndað. Men Gud elskaði okkum so nógv, at Hann valdi at geva tað dýrabarasta Hann átti sum loysigjald fyri okkara syndir. Hann gav Jesus Sín einborna son. Jesus, sum ongantíð hevði gjørt eina synd. Hann fór uppá krossin og tók alla synd heimsins á Seg! Fyri at vit kundu fáa møguleikan at verða sett í frælsi frá allari synd okkara og ein dag koma til heim til Himmals.


Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív. Jóh. 3,16.


Um tú ynskir at verða frelstur og kenna sannan frið í tínum hjarta, er tað neyðugt at tú játtar Jesus sum Harra í tínum lívi. Hann ynskir at seta teg í frælsi og vera saman við tær í allar ævir.


Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.  Róm. 10:9.
 

Skrivað hevur Birita Ingolfsdóttir Nybo

Sí fleiri greinar